Oljutingið avlýst

Oljuvinnufelagið upplýsir, at Jólaoljutingið, sum skuldi vera týskvøldið 27. november, er avlýst vegna forfall. Richard Hardman skuldi røða um oljuleiting á einum vegamóti

Leitanin eftir kolvetni er á einum vegamóti, ikki bert fyri Føroyar, men fyri allan heimin sum hann er. Í løtuni finna vit bert eina tunnu av olju fyri hvørjar tríggjar vit brúka. Røðarin, sum skuldi vera á jólatinginum, Richard Hardman, ið er nevndarlimur í Atlantic Petroleum UK Ltd., hevur 35 ára royndir í at leita eftir kolvetni í Norðsjónum. Við støði í sínum royndum á hesum øki, skuldi Richard Hardmann greiða frá, hvussu hann metir at oljufeløg, sum leita eftir kolvetni, lættari kunna náa sínum málum. Eisini var leitan eftir olju við Føroyar á skránni í hesum samanhangi, og uppskot um hvussu vit koma víðari fram. Fyribils er hetta tiltakið so avlýst.