Oljutangi sum summarhús

Martin Otterbeck, sum býr í Oslo í Noreg, hevði ynskt sær eini summarhús í Lofoten, men har var trupult at fáa fatur á nøkrum. Men so kom ótraditionella hugskotið. Hugskotið kom ein dagin í 2007, tá Martin Otterbeck og vinmaður hansara sótu og prátaðu niðri á bryggjuni á lítlu oynni Skrova í Lofoten við hvør sínari øl í hondini.

- Knappliga peikaði vinmaður mín yvir á gamla oljutangan og spurdi, um eg ikki kundi byggja tangan um til eina smáttu.

Martin Otterbeck setti seg í samband við eigaran og keypti tangan fyri 15.000 krónur.

Nú hevur norðmaðurin tríggjar rundar hæddir, sum eru 70 fermetrar tilsamans, og útsýnið úr øllum ættum er frálíka gott.

Martin Otterbeck sigur, at hann nú vitjar í Lofoten einar fýra ferðir um árið.