Oljurok í Brandansvík

Tróndur Patursson og Timothy Severin skulu navngeva kappróðrarbát, sum útlendsk oljufeløg hava latið føroyingum

Komandi mánadag tann 9. februar verður heldur sjáldsamt tiltak í Kirkjubø. Tá verður ein nýggjur føroyskur kappróðrarbátur - í altjóða høpi - navngivin. Talan er um bátin, sum oljufelagið Amerada Hess í fjør gav føroyskum kappróðri til ognar. Ætlanin er at brúka henda bátin til venjing í Føroyum, áðrenn ein róðrarmanning - tann, sum vinnur 10. mannafarsróðurin á ólavsøku - fer til bretsku Scillyoyggjarnar at kappast saman við manningum úr nógvum øðrum londum.

Báturin kom herfyri til Føroya. Ætlanin er at sjóseta og navngeva hann í sambandi við eina samkomu í Kirkjubø.

Báturin verður navngivin av ongum øðrum enn Trónda Paturssyni og Timothy Severin. Í hesum sambandi verður skipað fyri samkomu fyri innbodnum, har m.a. ein av stjórunum í oljufelagnum Amerada Hess, Richard Hardmann verður til steðar. Skipað verður eisini fyri sokallaðari suzukikonsert við børnum úr Føroya Musikkskúla.

Violinirnar børnini spæla við hevur Amerada Hess latið musikkskúlanum.

Umboðsmaðurin hjá Amerada Hess, Johan Mortensen, sigur, at umframt at stuðla menningini av einum oljuídnaði í Føroyum so halda tey fýra oljufeløgini í samtakinum Faroes Partnership, Lasmo, Norsk Hydro, Dong og Amerada Hess, at tað er umráðandi, at tey taka lut í tí samfelagnum, sum tey vónandi koma at virka í.

Á ólavsøku í fjør varð steyp latið til vinnandi 10. mananfarið. Fyri at byggja víðari í ítróttarhøpi varð avgjørt at bjóða steypavinnaranum møguleikan at kappast í World Pilot Gig Racing Championships. Henda kapping verður hildin árliga á Scilly-oyggjunum í útsynningspartinum av Bretlandi.

Bátarnir á Scilly oyggjunum, sonevndir gigs og róðrarlagið er heldur øðrvísi enn tað vit kenna í Føroyum. Fyri at tryggja vestmenningum betri møguleikar í kappingini, varð ein gig av sama slag, sum nýtt verður í kappingini, keypt við Føroyum fyri eygað.

Við hollum ráðum frá Hálvdan Hálvdansen og Jan Johannesen er gig keypt frá Hayle Rowing Club. Báturin verður nú málaður og gjørdur klárur.