Oljurisin Chevron ger milliardaíløgur í m.a. Føroyaøkið

Eitt av heimsins størstu oljufeløgum, Chevron, hevur gjørt avtalu við stóru boripall fyritøkuna Stena Drilling um at leiga eitt sera framkomið oljuskip, sum er í gerð og ein boripall, sum serstakliga verða útgjørd til at bora í veðurbardum økjum og á djúpum vatni so sum á Atlantsmótinum og her m.a. á føroyska landgrunninum.

Hyggja vit eftir framtíðar íløgum og leitipolitikki hjá einum av heimsins størstu oljufeløgum, Chevron, so verður føroyski landgrunnurin høgt raðfestur. Nú um dagarnar gjørdi Chevron avtalu við Stena, sum eigur nógvar oljupallar og er í ferð við at byggja fleiri nýggjar. Hetta er sama Stena, sum hevur leigað boripall til Statoilsamtakið, sum í løtuni borar á landgrunninum.

Stena er í løtuni við at byggja eitt sera framkomið boriskip, sum burturav skal bora í veðurbardum økjum so sum tí føroyska. Boriskipið eitur Drillmax 2. Haraftrat er talan um sáttmála um leigu á boripallinum Stena Spey. Sáttmálin fyri boriskipið er fyri trý ár frá sumri í 2008 við møguleika at kunna víðka sáttmálan við fimm árum aftrat. Sáttmálin fyri Stena Spey er frá summarinum 2007 og er fyri tvey ár við møguleika at víðka sáttmálan við einum ári. Talan er um stórar upphæddir, tilsamans einar 5-6 milliardir krónur og við víðkan av sáttmálanum verður upphæddin upp ímótti 10 milliardir krónur.

Hví hevur hesin sáttmáli so áhuga fyri Føroyar! Sambart Chevron skal boriskip og pallur brúkast í leitingini eftir olju og gassi á bretska landgrunninum vestan fyri Hetland og á føroyska landgrunninum.

Rick Cohagan, forseti og stjóri fyri leitivirkseminum hjá Chevron í Europa sigur, at teir eru sera væl nøgdir við henda sáttmála, sum fer at tryggja borivirksemið hjá felagnum, herundir bæði leiti- og uppfylgjandi avmarkingar- og metingarbrunnar og menning av møguligum oljufundum. Hetta kemur serliga væl við í eini tíð, har tað er sera torført at fáa boriskip og pallar til vega. Dan Sten Olsson, stjóri hjá Stena sigur, at henda avtala er av alstórum týdningi fyri Stena, tí hon tryggjar felagnum ein langtíðarsáttmála fyri bæði boring og flutning.

Drillmax 2 boriskipið verður bygt í Korea og verður heimsins mest framkomna av sínum slag og verður tað gjørt út til burturav at arbeiða á sera stórum dýpi og í ringum veðri.

Undangongufelag
Chevron er eitt tað oljufelagið, sum í dag ger størstu íløgurnar í leiting á bretska og føroyska landgrunninum. Felagið hevur borað fleiri brunnar á bretskum øki og hevur gjørt sera kostnaðarmiklar seismiskar kanningar bæði í føroyskum og bretskum øki. Um ein mánað fer Chevron undir at bora tríggjar avmarkingar- og metingarbrunnar beint við føroyska markið, á tí sokallaða Rosebank fundinum. Men Chevron hevur eisini stóran áhuga í føroyska landgrunninum og verður hetta eisini staðfest í tí nýggja sáttmálanum, sum felagið hevur gjørt við Stena, har Føroyaøkið er ein týðandi partur av framtíðar leitivirkseminum. At Chevron longu nú tryggjar sær leigu av boriskipi og boripalli í ávikavist 8 og 3 ár vísir, hvussu nógv felagið trýr uppá Atlantsmótið. Vit kunnu út frá hesum sáttmálunum týðiliga síggja, hvussu stóran dent Chevron leggur á framtíðar oljuframleiðslu frá Atlantsmótinum. At man tryggjar sær leigu av heimsins mest framkomna boriskipi í samfull 8 ár gevur okkum eina týðuliga ábending um, hvussu stórar vónir hetta oljufelagið hevur til leiðirnar við Hetland og Føroyar.

Herfyri segði ein av stjórunum í Chevron við Sosialin, at Chevron umhugsar at bora ein brunn á føroyska landgrunninum, beint við markið og tætt upp á Rosebankfundinum í bretskum øki, í 2007 ella 2008. Sosialurin skilur frá vælvitandi keldum, at umrøddi sáttmáli við Stena er m.a. gjørdur við hesum fyri eygað og at tað er rættiliga sannlíkt, at Chevron fer at bora ein brunn á sínum føroyska loyvi í 2008.

Útbygging báðumegin markið
Um so er at teir tríggir avmarkingarbrunnarnir, sum verða boraðir í heyst á Rosebankfundinum geva eitt postivt úrslit, hvat okkurt longu nú bendir á, so gevur tað meining at fara undir eina leitiboring føroysku megin markið í 2008. Skuldi man so troffið við olju her eisini, so blívur alt hetta økið báðumegin markið bráddliga ógvuliga áhugavert, tí tess størri og fleiri fund talan verður um í einum avmarkaðum øki, tess bíligari verður at byggja tey út og hartil hoyrandi infrastruktur. Hetta senario minnir ikki sørt um tað, sum BP sá fyri sær í landssynnings horninum á føroyska landgrunninum
nøkur ár herfyri. Tá boraði BP báðumegin markið og hevði eina skjóta útbyggingarætlan klára á skrivaborðinum. Men hetta skuldi ikki ganga, sum serfrøðingarnir hjá felagnum høvdu mett. Har var eingin olja. Munurin nú vit eru longur norðari á landgrunninum, har Chevron helst arbeiðir við eini líknandi ætlan, er tann, at felagið longu hevur gjørt eitt fund á bretska landgrunninum.

Chevron telist millum heimsins størstu oljufeløg og hevur 53.000 fólk í arbeiði í 180 londum. Felagið fekk í 2. útbjóðing tillutað leitiloyvi við markið saman við Statoil, Dong og OMV. Tað er hetta loyvið (eisini kent undir navninum Súlan), sum nýggi sáttmálin við Stena helst fer at fevna um.