Oljurisi trýr upp á føroysku oljuna

Hóast ENI boraði turran brunn í fyrstu royndini við Føroyar, so hevur oljurisin gjørt av, at teir eisini vilja gera nýtslu av 9-ára loyvinum, sum felagið hevur

Oljuleiting

Hesum hevur Vinnumálaráðið boðað frá. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sigur, at tey hava játtað at leingja arbeiðsskránna fyri loyvi 005,, sum ENI og Føroya Kolvetni eiga í lutfallinum 75/25. Loyvið er treytað av, at nýggjur brunnur verður boraður á loyvisøkinum.
-Við hesi avtalu hava vit tryggjað framhaldandi leitivirksemi á føroyska landgrunninum. Tað sær út til, at vit koma at hava borivirksemi næstu 2-3 árini á føroyskum øki, sum vónandi eisini verður til gagns fyri føroyskt vinnulív. Tað er eisini áhugavert, at leitibrunnar verða boraðir á øllum 9-ára loyvunum, sum vórðu veitt í fyrsta útbjóðingarumfari. Hetta vísir, at tað var ein skilagóð avgerð at hava øki við, sum tá vórðu mett at vera trupul.
-Umframt at tað er gleðiligt, at vit fáa fleiri brunnar á okkara øki, so er tað eisini við spenningi, at vit síggja ein øktan áhuga fyri Atlantsmótinum yvirhøvur, bæði á føroyska og bretska landgrunninum

ENI er eitt av heimsins størstu leitingarfeløgum, og tað hevur tí stóran týdnin fyri áhugan í føroysku undirgrundini, at nýggja loyvið verður latið. Og hóast fyrsti brunnurin, sum felagið boraði, var turrur, so bendir nýggja loyvið á, at felagið framhaldandi roknar við, at tað skal bera til at finna olju í rakstrarverdum nøgdum á Føroyaøkinum.