Oljurisar møtast í París

Tveir dystir verða leiktir í Champions League í kvøld, sum nú aftur fer av bakkastokki.

Í kvøld fer Champions League aftur av bakkastokki. Tveir dystir verða leiktir. Tann eini í París, har tvey av teimum nýríku feløgunum í heimunum, Paris Saint Germain og Chelsea møtast. Meðan hin verður í Donetsk í Ukreina, har Shatkar Donetsk tekur ímóti týsku meistarunum úr Bayern Munchen.

 

Zlatan skal stjórna Paris

Paris Saint Germain tekur í kvøld á heimavølli móti Chelsea. Somu lið møttust í fjør í fjórðingsfinaluni, har Chelsea eftir tveir dystir fór víðari. Teir taptu tó dystin í París í fjør 3-1, meðan Chelsea vann heimadystin 2-0.

 

Paris Saint Germain hevur fleiri skaðar til dystin í kvøld. Lucas Moura, Yohan Cabaye og Marquinhos eru allir úti við skaða, meðan leikarar sum Thiago Motta, Blaise Matuidi og Javier Pastore eru ivasamir. Tí hevur PSG venjarin, Laurent Blanc sagt, at ein maður sum Zlatan Ibrahimovic í kvøld skal ganga á odda fyri heimaliðið. Blanc sigur, at Zlatan í kvøld skal vísa seg sum ein veruligan leiðara á liðnum hjá PSG.

 

Chelsea er broytt frá í fjør

José Mourinho, venjari hjá Chelsea sigur, at hann væntar sær ein tættan dyst í kvøld, sum kemur at minna nógv um teir sum vóru millum feløgini farna kappingarár.

 

-       PSG er eitt gott lið. Faktiskt eru teir tað sama liðið sum í fjør, teir hava tann sama venjaran, sama formin. Einasta sum er broytt við teimum er tað, at David Luiz er komin afturat.

 

Hann sigur tó, at Chelsea liðið er broytt í mun til farna kappingarár.

 

-       Vit hava eitt øðrvísi lið. Onkrir ávísir nýggir leikarar og ein broyttur spælistílur. Eg ivist í, um vit eru betur enn í fjør, men vit eru øðrvísi.

 

Væntað uppstilling PSG: Sirigu – Van der Wiel, David Luiz, Silva, Maxwell – Matuidi, Verratti, Motta/Pastore – Cavani, Ibrahimovic, Lavezzi

 

Væntað uppstilling Chelsea: Courtouis – Azpilicueta, Cahill, Terry, Ivanovic – Matic, Fabregas – Hazard, Oscar, Willian - Costa

 

 

Bayern favorittur í kuldanum í Donetsk

Hin dysturin í kvøld, verður leiktur í Donetsk, har Shaktar tekur ímóti Bayern Munchen.

 

Av tí at ukreinska kappingin enn ikki er farin í gongd, hevur Shaktar Donetsk ikki spælt ein kappingarføran dyst í skjótt 10 vikur. Meðan Bayern Munchen í vikuskiftinum vann heili 8-0 í Bundesliguni. Tí má Bayern Munchen metast sum ein favorittur til dystin.

 

Tað verður tó ikki nøkur løtt uppgáva, tí á liðnum hjá Shaktar Donetsk eru heili trettan brasilskir leikarar.

 

Pep Guardiola sigur eisini, at teir í kvøld fáa ein truplan dyst.

 

-       Shaktar hevur eitt sera gott lið. Fyri at nevna nakrar, so kann man taka Luis Adriano, Douglas Costa, Marlos, Taison, Alex Teixeira og Darijo Srna burturúr. Tað eru alt topp spælarar. Tí er tað umráðandi hjá okkum at fáa eitt gott útgangsstøðið við okkum úr Ukreina.

 

Tað verður kalt í Donetsk í kvøld. Sambært veðurforsøgnunum verður tað minus fimm gradir, meðan dysturin verður spældur í kvøld.

 

Væntað uppstilling Shaktar: Pyatov – Srna, Kucher, Rakitskiy, Shevchuk – Fred – Douglas Costa, Fernando, Alex Teixeira, Taison – Luiz Adriano

 

Væntað uppstilling Bayern Munchen: Neuer – Rafinha, Dante, Boateng, Bernat – Schweinsteiger, Alaba, Muller – Robben, Ribery, Lewandowski

 

 

 

Paris Saint Germain – Chelsea í kvøld klokkan 19:45

Shaktar Donetsk – Bayern Munchen í kvøld klokkan 19:45