Oljuprísurin lækkar

Hóast úrslitið enn ikki sæst her heima, so tykist lítil ivi vera um, at prísurin á olju og bensini lækkar í næstum

Orsøkin til hetta er avtalan, sum Iran hevur gjørt við fleiri av stóru viðskiftalondum sínum. Avtalan inniber, at Iran steðgar við kjarnorkuætlanum sínum, og tað ber við sær, at politiska støðan í Miðeystri verður minni spentm, og tí eru keyparar av ráolju nú róligari.

 

Enn er talan tó bara um prísfall upp á einar tveir dollarar fyri tunnuna. At prísfallið ikki er størri kemst sambært greinarum av, at Saudi Arabia nýtir sínar stóru oljugoymslur til at regulera prísinum, so hann heldur sær millum 100 og 120 dollarar fyri tunnuna. Er prísurin lægri, forvinnur Saudi Arabia ov lítið, og ein hægri prísur ber við sær, at granskingarroyndirnar í øðrum orkukeldum verða styrktar, og tað ynskir Saudi Arabia ikki.