Oljuprísurin í Føroyum hækkar í dag

Effo hevur í hækkað oljuprísin við 25 oyrum yvir alla linjuna.

 

Ein litur av bensini kostar nú 13,70 krónur hjá Effa. Ein litur av diesel kostar 12,80 krónur og ein litur av húsarhaldsolju kostar 12,06 krónur.

Enn hevur hitt oljufelagið, Magn, ikki hækka prísin, men tað verður helst gjørt á midnátt, so prísurin tá aftur er tann sami hjá báðum oljufeløgunum.

Síðan Russlandi gjørdi innrás í Ukraina 24. februar er prísurin á olju og bensini hækkaður nógv. Ein litur av bensini kostar nú 18,7 prosent meira enn 24. februar. Ein litur av diesel kostar 31,4 oyru meira, og ein litur av húsarhaldsolju kostar nú 34 prosent meira enn 24. februar.