Oljuprísurin hækkaði aftur hesa vikuna

Um dagarnar hava oljufeløgini lagt oman á oljuprísin aftur.

Bæði Effo og Magn hava ávikavist í gjár og fyrradagin lagt eitt 25 oyra oman á liturprísin yvir alla linjuna.

Soleiðis kostar ein litur av blýfríum bensini nú 13,60 krónur. Ein lituer av diesel kostar 12,64 krónur og ein litur av húsarhaldsolju kostar nú 11,90 krónur.

Síðani kríggið hjá russarum í Ukraina byrjaði tann 24. februar í ár er prísurin á bensini í Føroyum hækkaður 17,9 prosent. Diesel er 29,8 prosent dýrari, og húsarhaldsoljan er dýrkað 32,2 prosent í Føroyum síðani 24. februar.