Í gjár og í dag hava tey bæði oljufeløgini hækkað prísin á olju og bensini. Bensinið við 8 oyrum og oljuna við 14 oyrum, sum kemur oman á hækkingina í síðstu viku, tá 25 oyru vórðu løgd oman á allar prísir.
Ein litur av bensini kostar í morgun 13,68 krónur hjá báðum oljufeløgunum. Ein litur av diesel kostar 12,78 og ein litur av gassolju kostar 12,04 oyru.
Bensinið er nú 18,5 prosent dýrari, enn 24. februar, tá Russlandi gjørdi innrás í Ukraina.
Oljan er oman fyri 30 prosent dýrari. Mest er húsarhaldsoljan dýrkað, hon kostar í dag 33,8 prosent meira, enn hon gjørdi 24. februar.