Oljuprísirnir halda fram at hækka

Øll vita tað, men fá vilja tosa um tað.

Oljuprísurin økist í løtuni við rakettferð. 14. oktober kostaði blýfrítt 11,09 kr. og diesel 8,84 kr. hjá Magn og Effo.

 

Prísirnir í Føroyum reagera ikki líka skjótt sum í útlondum, men tað kemur. Hesaferð er tað búskaparliga uppsvingið eftir farsóttina, ið økir eftirspurningin samstundis sum minkandi íløgur í útvinning av olju minka útboðið. Eisini royna oljuframleiðandi londini at halda upp á oljuna, soleiðis at prísurin kvinkar upp eftir.

 

Grund er til at halda, at serliga vantandi oljuleitingin fer at kosta dýrt í framtíðini. Vit í Føroyum eru alt ov illa fyrireikað upp á hetta. Vit hava dúvað upp á lægri prísin undir farsóttini og hava ikki lagt í at hyggja fram. Men hóast okkara heimligu prísir enn ikki eru ávirkaðir so nógv, er oljuprísurin tvífaldaður seinasta árið. Brent Crude er farið frá knøppum 40 dollarum fyri tunnuna til yvir 80 dollarar fyri tunnuna.

 

Og beint tá koronafarsóttin hevði rakt heimin, datt prísurin á Brent Crude niður undir 20 dollarar fyri tunnuna. Sostatt er prísurin nú meiri enn ferfaldaður. Vit eru enn langt frá ógvusligu prísunum frá nullunum og tíggjunum, men vit eru væl á veg.

 

Vit koma kanska ikki upp aftur á høga prísstøðið fyri knapt 10 árum síðani, men undir øllum umstøðum eru stóru príssveiggini ein trupulleiki. Vit síggja eisini, at t.d. Danmark er farið at niðurtrappa oljuframleiðsluna, og onnur lond fara helst at gera tað sama.

 

Búskaparligur og umhvørvisligur trupulleiki

 

Bæði av búskaparligum og umhvørvisligum orsøkum áttu vit at gjørt ein størri innsats fyri at sloppi undan oljuheftninum.

 

Búskaparliga, tí talan er um ein sera óstabilan lut í handilsjavnanum.

 

Umhvørvisliga, tí vit eiga at gera meira fyri at minka okkara CO2-útlát.

 

Nógv hevur verið tosað um at fáa meira kapping á framleiðslu- og sølusíðuni á elveitingarøkinum, og tað er nakað arbeiðast skal við.

 

Men hóast kapping er sunn, skal tað ikki vera ein ideologisk forðing fyri at útbyggja grønu orkuna.

 

Tað hevur minni at siga, hvussu vorðin kettan er, so leingi hon fangar mýs. Og tað hevur eisini minni at siga, um vindmyllulundin er almenn ella privat, so leingi hon framleiðir vind.

 

Vit skulu koma upp í gear við útbyggingunum, og so má ideologi vera ideologi. So kann man eventuelt privatisera partar av orkukervinum seinni, tá ferð er komin á.

 

Jaspur Langgaard

 

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin