Oljuprísirnir hækka hvønn einasta dag

Prísirnir á bensini og diesel eru so høgir sum ongantíð áður – og teir hækka aftur í kvøld

##med2##

 

Russiska innrásin í Ukraina hevur havt álvarsligar avleiðingar fyri prísirnir á olju. Beinanvegin ruku prísirnir eini 50 oyru upp, so lækkaðu teir eitt sindur aftur, men seinastu dagarnar eru teir aftur hækkaðir. Í dag kostar ein litur av bensini 12,58 krónur, ein litur av diesel kostar 10,78 krónur og ein litur av olju til húsarhaldini kostat heili 10,38 krónur.

 

Finn Jacobsen, stjóri á Magn, segði í tíðindunum á FM1, sum er hækka prísirnir hvønn dag og prísirnir í Føroyum hækka aftur í kvøld. Hetta er ein beinleiðis avleiðing av russisku innrásini í Ukraina og aðrastaðni stúra greinarar fyri, at prísirnir á olju og bensini fara at hækka upp aftur nógv meiri, serliga um vit koma ta støðu, at vesturheimurin skrúvar kranan til ta russisku oljuna fyri, tí Russlandi, er eitt tað størsta oljulandið í verðini.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvussu stjórin í Magn metir um støðuna.