Oljuprísurin upp

Tekin um framgongd í amerikanska búskapinum gera, at oljuprísurin hækkar, og í morgun hækkaði prísurin níggjunda handilsdagin á rað, skrivar Bloomberg News. Í morgun kostaði ein tunna av amerikanskari WTI-olju, sum skal latast í februar, 80,11 dollarar, og tað er 75 cent meiri oman fyri prísin nýggjársaftan. Tann dagin hækkaði prísurin 8 cent.

Bloomberg News skrivar, at burtursæð frá 21. desember er vísitalið hækkað støðugt síðani tann 14. desember.

Tann dagin var prísurin knappliga 70 dollarar fyri tunnuna.