Ongantíð áður hevur príshækkingin - í ein dag - verið so stór sum í dag Oljuprísurin í New York hækkaði í dag við 16,27 dollarum fyri tunnuna, tað er størsta hækking í søguni í ein dag. Bara tann eina tíman hækkaði virðið á oljuni við 25 dollarum, men fall so aftur, soleiðis at hækkingin í dag gjørdist 16,27 dollarar fyri tunnuna.
Í New York varð oljutunnan seld fyri 120,92 dollarar, men í London gjørdist prísurin á Norðsjóvarolju 106,04 dollarar, í London hækkaði prísurin á oljutunnuni við 6,43 dollarum.
Stóra hækkingin á oljuni í New York, sigst koma av, at í kvøld var seinasta freist at keypa olju, sum skal leverast í oktober. Prísurin á olju, sum skal leverast í november, lá eitt sindur niðanfyri oktober-prísin, oljan sum verður leverað í november fór í dag fyri 109,37 dollarar fyri tunnuna, skrivar mbl.is








