Oljuprísurin kann tvífaldast

Amerikanskur greinari heldur, at oljuprísurin fer at hækka nógv

Seinasta árið er oljuprísurin hækkaður nógv, men sambært amerikanskum greinara kann oljuprísurin tvífaldast frá núverandi prísi og fara upp um 150 dollarar fyri fatið.

Neil Beveridge, sum er greinari hjá Bernstein, heldur at minkandi útboð av olju fer at hava við sær stóran prísvøkstur komandi tíðina.

– Fall í útboðnum hevur við sær príshækkingar, og prísurin kann fara upp um 150 dollarar, sigur Neil Beveridge í einari greining, sum Bloomberg endurgevur.

Sambært greinaranum hava stóru oljufeløgini minka um sínar oljugoymslur við meira enn 30 prosentum, og tí kann eitt minni útboð fara at trýsta prísin enn meiri uppeftir.

Oljuprísurin er hækkaður við meira enn 50 prosentum seinasta árið, og í løtuni kostar eitt fat av olju umleið 77 dollarar.