Iran er eitt av heimsins størstu oljuframleiðaralondum. Í fjør útflutti landið fýra milliónir tunnur um dagin, og tað svarar til 5,1 prosent av allari framleiðsluni í heiminum.
Tí fær tað álvarssamar avleiðingar, verður landið drigið upp í kreppuna í Libanon, sigur Øystein Noreng, professari í oljubúskapi, við Dagens Næringsliv. Hann sigur, at tað er ikki óhugsandi, at oljuprísurin kann fara upp á einar 150 dollarar fyri tunnuna, verður Iran av álvara drigið upp í kreppuna.
Ein annar oljumarknaðarserfrøðingur, Anette Einarsen, sigur við DN, at hon væntar ikki, at prísurin fer so langt upp, men at tað er sannlíkit, at hann fer upp á einar 100 dollarar, kemur Iran upp í kreppuna.
Oljuprísurin er hækkaður umleið 20 prosent higartil í ár orsakað av stríðnum um kjarnorkuætlanina hjá Iran, og hann er ferfaldaður tey seinastu fýra árini, skrivar Aftenposten.