Sjálvt um OPEC avger at skerja framleiðsluna á tí framskundaða kreppufundinum í Wien 24. oktobur, kann oljuprisurin lækka heilt niður á 50 dollarar tunnuna.
Hetta siga m.a. greinarar hjá Goldman Sachs og Merill Lynch. Teir halda, at sjálvt um oljuprísurin er fallin meira enn 50% síðani juli, kann hann falla yvir 40% afturat. Hetta orsakað av at stígur er komin í heimsbúskapin og harvið er eftirspurningurin eftir olju av tí sama fallin nógv.
Í dag er norðsjóaroljan niðri á 70 dollarum tunnuna.










