Oljuprísurin kann falla enn meira, og í øllum førum er sannlíkt, at oljuprísurin fer halda sær niðri næsta hálva árið, heldur stjórin fyri felagið Oliebranchen i Danmark Síðani í summar er prísurin á olju lækkaður niður í ein triðing. Í løtuni kostar oljufatið undir 50 dollarar afturímóti umleið 140 dollarum í summar.
Peter Stigsgaard, sum er stjóri fyri felagið Oliebranchen i Danmark, heldur, at lági prísurin fer at halda sær.
- Heimsbúskapurin hevur verið fyri bakkasti, og tað hevur eisini ávirkað oljuprísin. Eftirspurningurin eftir olju á heimsmarknaðinum er nógv minni nú, enn hann var fyri fáum mánaðum síðani, og tað er høvuðsorsøkin til, at oljuprísurin er fallin so nógv, sigur hann við Rás2.
- Møguleiki er fyri, at oljuprísurin kann falla enn meira. Um tað framhaldandi koma vánlig tíðindi um búskaparstøðuna kring heimin, so ávirkar tað eftirspurningin. Men londini, sum framleiða olju, kunnu taka mótstig við at minka um framleiðsluna fyri at fáa prísin uppaftur. Men eg rokni við, at næsta hálva árið fer porísurin at halda sær niðri, sigur Peter Stigsgaard.










