Í nátt fór oljuprísurin upp um 86 dollarar á avstralska marknaðinum Oljuprísurin hækkar framvegis, og í nátt kom hann upp í 86,29 dollarar á marknaðinum í Avstralia. Talan er um olju, sum skal latast í november.
Tá marknaðurin í New York lat aftur í gjárkvøldið, var prísurin har 86,13 dollarar fyri tunnuna.
Eygleiðarar halda, at tað er spenningurin á markinum millum Turkaland og Irak, sum trýstir oljuprísin uppeftir.










