Í Danmark fer oljuprísurin í morgin enn eitt vet upp, upp á tað hæsta støðið í hálvtannað ár. Í Føroyum fer prísurin eisini upp. Men tað verður ikki í morgin. Í morgin fer prísurin á brennievni upp við sjey oyrum í Danmark, hevur Statoil boðað frá í dag. Tá kemur prísurin á bensini upp á 10,92 krónur fyri liturin, sum er tað mesta síðani september 2008.
Orsøkin til, at oljuprísirnir fara upp nú er, at prísurin á ráoljuni er farin eitt vet upp seinastu dagarnar, upp á næstan 80 dollarar fyri tunnuna í New York.
Hetta kann kanska ljóða av lítlum, samanborið við tá oljuprísurin var hægstur í 2008, og prísurin lá á 145 dollarum fyri tunnuna í New York. Men samstundi sum oljuprísurin er kvinkaður uppeftir spakuliga í seinastuni, er dollarin eisini styrktur munandi, og er tað í høvuðsheitum hetta, í trýstir oljuprísin uppeftir.
Niels Juul Nattestad, stjóri í Effo, sigur, at oljuprísirnir í Føroyum sjálvandi fylgja altjóða marknaðinum, men staðfestir, at prísurin hjá teimum fer ikki upp í morgin.
Hendrik Egholm, stjóri í Magn, vil ikki gera tær stóru viðmerkingarnar, men vísir á, at hann áður hevur sagt, at føroysku oljuprísirnir fylgja teimum úti í heimi, bara í bleytari bogum.
Dagsins oljuprísur í Føroyum 8,78 krónur fyri liturin av bensin og 6,63 krónur liturin av diesel, og er prísurin á bensini farin 40 oyru upp síðani 7.januar í ár, tá fyrsta broytingin var.