Eftir støðuga hækking er oljuprísurin fallin á marknaðunum í morgun Í morgun kom oljuprísurin niður á 92,88 dollarar fyri tunnuna, og tað er 65 cent minni enn í gjár.
Bloomberg News skrivar, at amerikonsku oljugoymslurnar eru størri enn hildið, og tað ger, at oljuprísurin fellur.
Prísurin er annars hækkaður 16 prosent tann seinasta mánaðin og heili 52 prosent tað seinasta árið.