Fyri einum mánaða síðan kostaði ein tunna av olju 147,27 dollarar, nú er prísurin komin niður á 111,70 dollarar fyri tunnuna. Talan er um eitt prísfall uppá 35,57 dollarar, ella eitt fall í oljuprísinum uppá 24,15% í ein mánaða.
Tað at dollarin er farin at styrkna, sigst verða orsøkin til at oljuprísurin fellur.
Mett verður at dollarin fer at styrkna uppaftur meir, og tí eru vónir um at oljuprísirnir fara at fella uppaftur meir í komandi døgum, siga teir serkønu.