Oljuprísurin hevur aftur verið oman fyri 100 dollarar fyri tunnuna eins og fyri hálvum øðrum mánað síðani Oljuprísurin fór aftur upp um 100 dollarar fyri tunnuna í gjár eins og fyri hálvum øðrum mánað síðani. Í morgun er hann lækkaður eitt lítið vet og liggur um 99,5 dollarar.
Ein orsøk er, at OPEC-londini fara eftir øllum at døma at skerja framleiðsluna, tá tey hittast til fundar í Wien tann 5. mars.
Tann høgi oljuprísurin trýstir partabrævamarknaðin. Á marknaðinum í Keypmannahavn fall SAS 2,2 prosent í morgun, og A.P. Møller- Mærsk fall 1,0 prosent, sigur danska kringvarpið.









