Oljuprísirnir tyngja raksturin

- Tað serliga við oljulastini, sum SEV fekk í gjár, er, at hon kostaði at kalla tað sama sum øll oljunýtslan hjá SEV fyri alt árið 1999 - ella umleið 25 miljónir krónur, sigur SEV. Í gjár kom eitt skip á Sund við fyrstu oljulastini til SEV í ár. Hetta var samstundis fyrsta oljuveitingin frá Effo, eftir at sáttmáli varð gjørdur millum feløgini um at veita SEV olju í ár.

SEV upplýsir á síni heimasíðu, at elfelagið fær umleið 6.500 tons av olju annanhvønn mánað, harav meginparturin verður nýttur á Sundsverkinum.

- Tað serliga við lastini í gjár er, at hon kostaði at kalla tað sama sum øll oljunýtslan hjá SEV fyri alt árið 1999 - umleið 25 miljónir krónur, sigur elfelagið.

Í 1999 vóru oljuútreiðslurnar hjá elfelagnum nevniliga 25,4 miljónir krónur tilsamans.

Fyrsta oljulastin í ár er við núverandi prísum mett at kosta einar 23 miljónir krónur uttan mvg - og við mvg fer rokningin yvir 28 miljónir krónur.

SEV roknar á fíggjarætlanini í ár við oljuútreiðslum á tilsamans 117 miljónir krónur, og tá er lagt upp fyri príshækkingum á 10 prosent.

- Kortini er longu greitt, at við núverandi oljuprísum fer henda meting helst ikki at halda.Útrokningar vísa, at við núverandi oljuprísum fara útreiðslurnar fyri alt árið einar 17-18 miljónir krónur yvir fíggjarætlanina, sigur elfelagið.

Meiri enn 40% av øllum rakstrarútreiðslunum hjá SEV fara sum er til olju.