Oljuprísirnir beina kós uppeftir

Sambært Reuters verður tosað um fleirfaldan av kursvirðinum hjá oljuleitingarfeløgum á enska virðisbrævamarknaðinum. Føroya Kolvetni vil tó ikki gera viðmerkingar til hesar metingar

Virðisbrøv

Á London Stock-Exchange, har stórur partur av oljuvirðisbrøvunum verða handlað, verður roknað við methøgum prísum komandi tíðina.
Sagt verður, at oljumarknaðurin í løtuni er í eini støðu, sum er at sammeta við hana, sum var galdandi undir oljukreppuni. Sagt verður, at prísirnir kunnu fara somikið høgt upp sum $105 fyri tunnuna av olju.

Fleirfaldan
Hetta er í øllum førum tað, sum ein kanning hjá Reuters vísir. 25 analytikarar og ráðgevar av ymsum slag hava verið við til at gjørt kanningina, og roknað verður við, at hetta veruliga kann føra eina minkaða oljunýtslu við sær. Og ikki fyrr enn hendan er veruleiki, fara prísirnir at falla aftur, verður sagt.
Í greinini verður sagt, at BNP Petroleum Corp er eitt av feløgunum, sum kann rokna við eini øgiligari virðisøking komandi tvær vikurnar, og sæð úr einum føryskum sjónarhorni tykist hetta sera áhugavert.
Talan er nevnliga um eitt sonevnt »exploration and development« felag. Altso eitt felag, sum fæst við leiting og menning innan oljuvinnuna. Hetta eru júst somu øki, sum føroyska Atlantic Petroleum eisini fæst við.
Sambært teimum viðmerkingunum, sum Reuters hevur fingið, so kunnu íleggjarar hjá BPET rokna við, at prísurin á virðisbrøvunum komandi tvær vikurnar fer at økjast $0,02 til $0,45. Og innan fyri 12 mánaðar kann roknast við, at kursurin kemur heilt upp á $1,12 fyri hvørt partabrævið.

Kunnu ikki úttala seg
Niels Sørensen, stjóri á Føroya Kolvetni, hevur tó ikki serligan hug at gera viðmerkingar til greinina hjá Reuters. Og als ikki, tá tosið fellur á, hvussu hetta møguliga kann ávirka kursin hjá føroyska oljufelagnum.
- Vit hava jú ávísar reglur, sum vit mugu fyrihalda okkum til, tá talan er um partabrøv og kursir. Og tí fert tú so ongantíð at síggja okkum úttala okkum um kursvánir v.m. á partabrøvum. Tað eru tað aloftast analytikarar av ymsum slag, sum gera.
- Og so kann eg leggja afturat, at tað er øgiliga trupult at siga nakað sum helst um slík viðurskifti. Tað eru jú óteljandi lutir, sum ávirka kursin á partabrøvum, og teir flestu av hesum hava vit ikki nakra sum helst ávirkan á.
- Tað einasta, sum vit kunnu gera, er at arbeiða sambært teirri strategi, sum vit hava lagt. Tað er tann ætlanin, sum okkara partaeigarar hava fyrihildið seg til, tá tey hava gjørt sína íløgu, og við at gera hesa hava tey eisini góðtikið strategiina.
Men tá tosað verður um oljprísir, sum kunnu koma yvir hundrað dollarar fyri tunnuna. Er tað so ikki nakað, sum alt annað líka vil økja um tykkara kursivirði?
- Tað hvørki kann ella vil eg siga nakað um, er einasta viðmerkingin, sum føroyski oljustjórin hevur til hetta.
Tað er tó lítið at ivast í, at ein slík hækkan vil ávirka støðuna hjá føroyska oljufelagnum. Spurningurin er kanska meira, hvussu stór ein slík ávirkan verður.