Oljupengar til golfútbúgving skal gagna ferðavinnu

Nú tosað verður um at fáa fleiri ferðafólk til Føroya eru mong hugskot og ætlanir frammi. Ein av teimum nýggjastu er at byggja golfvøll/fasilitetir í høvuðsstaðnum og menna møguleikarnar hjá eitt nú útlendingum, sum koma henda vegin, fyri at gera golf til ein part av ferðini í Føroyum. Við hesum í huga varð herfyri søkt um játtan frá oljufeløgunum um at útbúgva ein føroying til at taka sær av at umsita ein golfvøll og tí hartil hoyrir. Og herfyri vórðu pengar játtaðir av kontoini til førleikamenning til golfútbúgving í Skotlandi. Talan er um eina trý ára útbúgving á "University of Highlands and Islands" í Cape Ness í Norðurskotlandi. Talan er um eitt skeið í Golf Facility Management. Tvs. at kunna stjórna einum golfvølli/fasilitetum, og í hesum førinum er talan um ein komandi golfvøll , sum er í umbúnað.

Førleikamenning
Jan Müller




Í grundgevingunum fyri at lata stuðul (sum Sosialurin hevur fingið innlit í) stendur m.a. at golfítrotturin veksur við rúkandi ferð í okkara grannalondum. Í Íslandi eru 60 golfbreytir og í Hetlandi tríggjar. Golf er ikki bert ein ítróttur, tað er vorðin ein heimsumfatandi vinna. Tróshavnar Golfklubbi hevur í nøkur ár havt eitt ávíst virksemi og nú er ætlanin at betra um umstøðurnar. Ásannað verður, at ein nýggj og størri golfbreyt vil ivaleyst hava stóran týdning í tí framhaldandi menningini av føroysku ferðavinnuni. Men um ein breyt skal rekast á skilabesta hátt er týdnignarmikið, at fólkini íð standa fyri hava hollan kunnleika innan golf. Tað er tí sambandi at ein føroyingur umhugsar at læra innan "Golf Management".

Stuðlað verkætlanini hava Amerada Hess og BP. Eisini Oljufyrisitingin hevur tikið undir við ætlanini m.a. grundað á: at talan er um ætlan, ið kann stuðla undir golf sum komandi vinnuveg.

Vit spurdu Ben Arabo, stjóra í Amerada Hess, hvat orsøkin er til, at ein so óvanlig verkætlan sum henda verður stuðlað. Hann sigur, at talan er ein útbúgving, sum hevur vinnuligar møguleikar í sær. -Er hetta ein førleiki, sum kann geva kommerciellar møguleikar í Føroyum og fyri ferðavinnu, so kvalifiserar tað til førleikamenning. Vit síggja hetta fyrst og fremst sum eitt ferðavinnuprojekt sigur Ben Arabo. Talan er ikki um at geva einum persóni stuðul til at spæla ítrótt men at standa fyri eini verkætlan, sum skal kunna koma ferðavinnunu í Føroyum til góða. Ben Arabo sigur, at hetta snýr seg um at menna ein førleika í tí sum er "Golf Facility Management". Er tað ein førleiki, sum kann geva ferðavinnuni inntøkumøguleikar, so lýkur tað avgjørt treytirnar fyri at játta pengar. ?Vit fara annars ikki at seta okkum sum dómarar fyri, hvat slag av vinnu skal hava stuðul.