Oljupengar mugu brúkast skynsamt

Tað er ov seint , tá ið oljan er farin at renna, at taka kjakið upp, hvørt vit skulu hava oljukekkar til fólkið, ella um pengarnir skulu nýtast til nakað ávíst, ella um teir yvirhøvur skulu nýtast. Vit eru framvegis ikki komin til eina politiska semju um hasi tingini, og tað ræðir meg segði Anita á Fríðriksmørk, tingkvinna úr Tjóðveldisflokkinum, tá uppskot til 2. útbjóðing til leiting eftir kolvetni varð til viðgerðar í tinginum.

2. útbjóðing
Jan Müller


-Tíðin rundan um 1. útbjóðingarumfar var bjartskygd. Fíggjarligu-, vinnuligu- og sjálvbjargnis- útlitini vóru í hæddini. Gitingar um oljuríkidømi og hugskot um, hvussu vit sum frægast handfóru hesar øgiligu pengar, sum kundu væntast at floyma inn yvir okkum, vóru javnan havdar á lofti. Og øll minnast vit prátið um búskapargrunnin, oljukekkarnar osfr. segði Anita á Fríðriksmørk og vísti víðari á, at bjartskygni var so stórt, at fólk eisini fóru at ræðast hetta ókenda økið, sum koma skuldi. Var hetta ein hóttan ímóti máli okkara og mentan, fór hetta ikki at avskepla sosialu umstøðurnar, fór hetta at avskepla búskapin, og hvat við húsaprísinum osfr spurdi tingkvinnan og vísti til, at toppurin av bjartskygninum var ivaleyst, tá úrslitið hjá Amerada Hess varð kunngjørt - um, at teir í sambandi við boringar høvdu borið við nakað, sum líktist einum oljufundi í rakstrarverdum nøgdum. Hóast øll møgulig fyrivarni, játtaði landsstýrismaðurin hesum.

Nógv størri øki
Tingkvinnan vísti á, at tá varð talan um eitt utbjóðingarøki, sum var 4200 km2 til víddar, nú hinvegin er talan um eitt øki, sum er 19000 km2 til víddar ella útvið 5 ferðir so stórt.
-Men hóast hetta stóra øki, kunnu vit ikki vænta, at áhugin frá oljufeløgum hesaferð verður eins stórur. Royndir frá 1. útbjóðingarumfari vísa, hvussu torført tað er at leita á okkara leiðum og harafturat er dygdin á tí olju, sum liggur djúpt niðanfyri basaltfláirnar tung at fáast við, so tað skulu nógvar tunnur til, áðrenn tær kunnu forsvara tær milliardaupphæddir, tað kostar at fáa tær upp vísti hon á.
Og tann ljósa síðan av vónunum um oljufund er so m.a. tað, at tær fáu boringarnar sum hava verið, hava allar verið í Judd-bassenginum, sum um hugt verður eftir kortinum er rættiliga avmarkað i vídd. Og orsøkin til, at man hevði so positivar vónir um júst tað økið, var sjálvandi tí, at tað var har, at man hevði so góð úrslit frá grannanum bretskumegin at byggja okkara vónir á.

Clair og vit
Nú latið verður upp fyri 2. útbjóðingarumfari er týdningarmikið, at altjóða oljufeløgini fáa so stóran áhuga fyri føroyska landgrunninum sum møguligt.
Anita á Fríðriksmørk vísti til tað, sum varð komið fram á Oljutinginum, nevniliga "at fleiri øki á landgrunninum síggja áhugaverd út og er ikki ómøguligt at gera heilt stór fund, eitt nú fund , sum líkjast tí risastóra Clarifeltinum vestan fyri Hetland".
Hon helt hesar samanberingar við Clair økið vera áhugaverdar fyri umheimin. Tí tað, sum í fyrstu atløgu kann virka frástoytandi fyri útlendsku feløgini, eru vánaligu úrslitini frá 1. útbjóðingarumfari, sum gott og væl er komið í helvt, men ein slík samanbering sum tann við Clairøkið kann so hinvegin virka attraktiv fyri somu feløg.
-Tí hvussu er og ikki, so eru tey vánaligu úrslitini higartil frá einum rættiliga avmarkaðum umráði á føroyska landgrunninum. Og eiga vit at ansa eftir, at vit ikki generalisera restina av feltinum út frá tí lítla øki, sum royndir eru gjørdar í.

Tingkvinnan nam so eisini við stóra búskaparliga vøksturin um allan heimin, sum hevur økt um eftirspurningin eftir kolvetni. -Tað hevur víst seg, at samsvar er millum búskaparligan vøkstur í heiminum og vøksturin í eftirspurninginum eftir orku. Og tað, sum ger, at vit framvegis eiga at verða virkin í oljuvinnuni júst nú, eru tær umkringliggjandi umstøðurnar, sum eru galdandi fyri tíðina, og sum gera, at um vit ikki eru við nú, so kunnu vit liggja sjóvarfallið av okkum. Umstøður hugsað verður um eru t.d. oljuprísurin og olja sum orkukelda.
Hvat oljuprísi viðvíkur, so er prísurin á oljuni rættiliga høgur fyri tíðina, og hevur verið tað leingi. Hóast hann kann verða rættiliga skiftandi. Hann liggur, sum er millum 25 og 40 dollarar fyri tunnuna. Og so leingi hann er oman fyri 20 dollarar kann tað loysa seg hjá oljufeløgum at royna á so truplum øki sum á tí føroyska. Tann dagin oljuprísurin fer niður um t.d. 12 dollarar fyri tunnuna, so verður ikki hildið, at tað loysir seg hjá oljufeløgum at royna á so truplum øki, sum tí eystanfyri Føroyar.
Sum lið í royndunum m.a. at spjaða fíggjarliga váðan út um heimin hava oljufeløgini eisini áhuga fyri okkara øki, hóast vitanin um jarðfrøðina, og vónirnar um oljufund enn eru ivasom.
Alternativar orkukeldur
Anita á Fríðriksmørk nam síðani við aðrar umkringliggjandi umstøður, sum hugsað verður um, og sum hava týdning fyri, at vit ikki liggja sjóvarfallið av okkum, eitt nú hvussu leingi oljan er ein áhugaverd orkukelda. -Uppá stutt sikt er neyvan nakar vandi fyri, at oljuáhugin verður burtur. Men hvat fer at henda innan tey næstu 50 til 100 árini, vita vit lítið um at siga. Men tað er onki, sum tíður uppá, at tað tey næstu nógvu árini verður annað, sum kemur at verða dominerandi innan orku enn olja. Serliga tá ið talan er um ta ferðslu, sum koyrir, flýgur og siglir um heimsins vegir, høv og loftrúm. Men vit vita so eisini, at tað leingi hevur verið granskað í møguleikanum at finna umhvørvisvinarligari orkukeldu enn olju, og harafturat so endurvinnur oljan seg ikki sjálv, hon er eingangs, um eg so má siga. Men tað er ongin ivi um, at menningin innan orku fer at finna aðrar útvegir og sum kemur at avloysa oljuna.
Ávirkan á samfelagið av oljuvinnuni
Framsøgukvinna Tjóðveldisfloksins kom so eisini inn á tann týdning oljuvinnan kann hava fyri samfelagið, vinnulívið, mentanina, búskapin osfr.
-Í fyrstu atløgu kann man freistast til at spyrja, um hetta alt ikki er væl og virðuliga útdebaterað frá tíðini rundan um byrjanina av 1. útbjóðingarumfari.
Men hvussu hevur so roynst eftir 1. útbjóðingarumfar? Eg haldi, at um vit hugsa okkum um so hevur umframt teir beinleiðis pengar, sum oljufeløgini hava lagt eftir seg í royalty og øðrum skatti, eisini verið positiv menning hjá nøkrum fyritøkum her á landi.
Tak t.d. Atlantic Airways. Tey eru eitt felag, sum hevur verið við frá byrjan í sambandi við oljufyrireikingar. Og hava tilrættalagt flutning millum Aberdeen og Føroyar og eisini millum Føroyar og oljuboripallarnar. Hetta er eitt dømi um, at reglurnar sambært kolvetnislógini og standardloyvinum hava virkað. Og tað er ongin ivi um at virksemi hjá Atlantic Airways í oljuvinnuni seinastu árini hevur viðført, at kappingarførið hjá teimum er munandi betrað og er komið á eitt so mikið høgt støði, at tey fyri kortum vunnu kontraktina við Statoil í Norðurnoregi.
Og hon nevndi eisini aðrar fyritøkur, sum hava fingið ein leiklut í oljvinnuni t.d. Thor í Hósvík, reiðaríðið hjá Ásmund Justinsussen, heilsølana hjá Poul Hansen, og so eisini Runavíkarhavn.

Rós
Tingkvinnan í størsta andstøðuflokkinum helt eisini, at tað kann sigast teimum til rós, sum hava lagt hetta uppskotið til rættis. Uppskotið er upplýsandi og svarar nógvum av spurningum. Tað má tí eisini sigast at verða í lagi, tá fyrisitingin hevur valt at lata fyriliggjandi uppskot verða svar upp á tað krav í grein 44 í lógini um kolvetnisvirksemi, sum sigur, at ein frágreiðing um oljuvirksemi skal leggjast fyri tingið annað hvørt ár tvs. eisini í 2004.
Lógarteksturin, sum fyriliggur er neyvt tann sami sum hann varð orðaður til 1. útbjóðingarumfar. Burtursæð frá grein 5 í tí fyrra uppskotinum, har loyvishavarar kundu søkja um tvær tíðarfreistir 6 ella 9 ár. Og í grein 23, har dentur verður lagdur á, at um fleiri feløg søkja saman, í einum samtaki, so samábyrgjast hesi fyri endurgjald og skaðabøtur. Kann hugsast at hetta er lagt afturat í hesum lógarteksti, tí man ikki hugsaði um tann møguleikan, at fleiri feløg gingu saman, tá lógarteksturin var fyrireikaður til 1. útbjóðingarumfar.

Oljupengarnir
Anita á Fríðriksmørk helt fyri, at tað vera øgilig tøl, um stór felt sum Clair verður funnin við Føroyar. Clairfeltið sigst at rúma um 6 milliardir tunnir. Siga vit so at ein tunna kostar 20 dollarar, so vilja hesar 6 milliardir tunnirnar geva eitt virði á 120 milliardir dollarar ella 750 mia kr. sum Clairfeltið er vert í okkara pengum.
-Hesi øgiligu tøl gera, at vit eiga at skunda enn meira undir at koma til eina semju um, hvat vit gera við møguligt avkast frá eini oljuvinnu. Tað er ov seint, tá ið oljan er farin at renna at taka kjakið upp, hvørt vit skulu hava oljukekkar til fólkið, ella um pengarnir skulu nýtast til nakað ávíst, ella um teir yvirhøvur skulu nýtast. Vit eru framvegis ikki komin til eina politiska semju um hasi tingini og tað ræðir meg. Í samgonguni í løtuni situr t.d. ein flokkur sum meinar at rentuavkastið frá eini møguligari oljuvinnu skal umsetast til oljukekkar til fólkið. Tjóðveldisflokkurin vísir hinvegin á, at tað er ábyrgdarloysi, og at vit heldur eiga at brúka eitt ávíst prosenttal av rentuavkastinum til at útbyggja infrastrukturin, og í aðru atløgu at brúka ávíst prosenttal av rentuavkastinum til at útbyggja sosialu skipaninar og útbúgvingarverkið.
Tvs at vit í fyrstu atløgu seta oljupengarnar í ein búskapargrunn so eisini eftirkomarar okkara fáa gagn av hesum. Og í aðru atløgu eiga teir pengar, sum verða brúktir, at verða brúktir soleiðis, at hetta eisini kemur komandi ættarliðum til góðar. Oljuríkidømi er virði, sum ikki bara vit, sum nú liva, skulu hava gagn av. Oljan verður tikin úr tí náttúru, sum vit onga æru hava í at hava framleitt, úr tí náttúru, sum eftirkomarar okkara eisini skulu hava gagn av.
Búskaparpolitiskar avgerðir hesum viðvíkjandi kunnu hava týdning langt fram í tíð og ávirka búskaparligu umstøðurnar hjá komandi ættarliðum munandi. Tað er okkara avgerð um, hvussu vit vilja handfara eitt møguligt oljuríkidømi, sum kann verða avgerandi fyri, hvussu okkara eftirkomarar verða fyri búskaparliga og hvussu teirra kappingar- og framleiðsluførleiki kemur at verða.
Talan er um eitt ikki-varandi tilfeingi, og tí er umráðandi at vit taka eina avgerð hesum viðvíkjandi, sum byggir á javnt, rætt og rímiligt býti millum verandi og komandi ættarlið.
Hesum máli náa vit best við, at vit politikarar halda fingrarnar so langt vekk frá oljupengunum sum møguligt.

Skapa karmar
Og tingkvinnan endaði við at vísa á, at høvuðsendamál myndugleikanna við at seta í verk kolvetnisvinnu í føroysku undirgrundini verður at skapa inntøkur, vinnumøguleikar og arbeiðspláss í Føroyum. -Við ongum slíkum fyrimunum til føroyska samfelagið hevur kolvetnisvirksemi onga meining. Hesum krøvum haldi eg embætisfólkini, sum ritstjórnaðu bæði lógaruppskotið til 1. útbjóðíngarumfar og nú hetta til 2. útbjóðingarumfar eru komin væl frá.