Oljupengar ikki trygd fyri sunnum búskapi

Sambært norska forsætisráðharranum, Jens Stoltenberg, er tað als ikki vist, at eitt land við ovurstórum oljuríkidømi hevur ein sunnan búskap.

-At vit hava oljupengar er er eingin trygd fyri, at tað gongur væl við norska búskapinum, sigur Jens Stoltenberg og vísir á, at ein stórur almennur oljugrunnur gevur ikki fólki arbeiði.

-Tað er ikki ein sjálvfylgja, at vit hava lítið arbeiðsloysi, tí vit hava nógvar oljupengar. Tann, sum hevur ta uppfatanina, mistekur seg, segði Jens Stoltenberg á tíðindafundi í Oslo í gjár.