Enska fótbóltssambandið váttar í dag, at Sulaiman Al Fahim er góðkendur sum keypari av einum Premier League felag.
Sulaiman Al Fahim var maðurin, sum stóð fyri handlinum, tá Abu Dhabi United Group í fjør summar keypti Manchester City, men hann er ikki longur partur av tí felagnum.
Áhugan fyri fótbóltinum hevur hann tó framvegis, og tað hevur leingi ljóðað, at hann skuldi keypa eitt enskt felag.
Tað tekur tó sína tí at verða góðkendur eigari av einum Premier League felag, tí ensku fótbóltsmyndugleikarnir krevja, at møguligir keyparar skulu lúka ávís etisk og fíggjarlig krøv.
Men nú er alt hetta upp á pláss, og Al Fahim hevur altso keypt Portsmouth frá Alexandre Gaydamak, sum ikki longur megnaði at røkja fíggjarligu skyldurnar hjá felagnum.