Oljulobbyisma og veðurlagskreppa

Í Degi og viku fríggjakvøldið hin 4. desembur tók Ben Arabo, oljulobbyistur og oljukapitalistur, soleiðis til um orðið “veðurlagskreppa”: “Orðið ‘veðurlagskreppa’ er eitt sovorðið miðlaorð.

Til hetta er at siga, at oljulobbyisturin í besta føri er óvitandi, í ringasta føri villleiðandi. Til ber m.a. at vísa til tey 11.000 (ellivutúsund!) vísindafólkini, sum í 2019 skrivaðu undir hesa yvirlýsing: “We declare clearly and unequivocally that planet Earth is facing a climate emergency1. Stutt og greitt: jørðin er í einari veðurlagskreppu.

So mugu vit spyrja okkum sjálvi: hava ellivutúsund serfrøðingar, sum granska á økinum, rætt? Ella hevur Ben Arabo, ið hevur fíggjarlig áhugamál í einari føroyskari oljuvinnu, rætt?

Vit eru í einari veðurlagskreppu, tí vit útleiða ov nógv CO2 og onnur útlát. Her eru olja, kol og gass stórir syndarar. Skal jørðin ikki hitna meira er alneyðugt at fara burtur frá hesum orkukeldum.

Føroyar eru eitt av heimsins ríkastu londum pr. íbúgva. Tað eru tískil ikki skilagóð búskaparlig atlit, sum tala fyri størri oljuvinnu í Føroyum. Samstundis eru vit eitt av londunum í heiminum við størsta útláti pr. íbúgva! Vit kunnu ikki verja okkum við at vera eitt fátækt land, sum ikki hevur aðrar møguleikar.

At steðga við at leita eftir olju í føroysku undirgrundini er bara tað minsta, sum vit kunnu gera. Tað er ikki eingongd framskygdur umhvørvis- og orkupolitikkur. Tað er tað allar minsta! Tað stóra takið er at leggja øll føroysk húsarhald og vinnu um til varandi orkukeldur, samstundis sum vit verja okkara náttúru. Tað er eitt tak, sum vil nakað, og sum politiska skipanin má raðfesta. Í løtuni verður øll ábyrgdin løgd yvir á SEV, meðan landið ongin átøk tekur á seg. Ovurhondsstórar upphæddir skulu til, og tær mugu raðfestast umgangandi.

Fátøk lond hava rætt til betri livikor, og tí er neyðugt, at vesturheimurin steðgar sín búskaparvøkstur og minkar um sítt útlát. Tíbetur er grøn tøkni longu í dag sera framkomin, og tí ber nógva staðni til at nýta varandi orkukeldur, m.a. sól- og vindorku.

Fátæk fólk eru tey sum ógvuliga órættvíst eru harðast rakt av veðurlagskreppuni. Skulu vit hjálpa teimum fátæku er tað ikki við at selja teimum olju, men hinvegin við at gerast útlátsneutral. Samstundis eiga vit at rinda umhvørvishjálparveitingar, soleiðis at fátøk í størri mun kunnu nýta varandi orkukeldur at lyfta sítt materiella støðið við.

Vit eru í einari veðurlagskreppu. Tað viðførir, at vit mugu lurta eftir vísindafólkum, og ikki Ben Arabo.

Tráin Petursson Nónklett

 

1): https://www.theguardian.com/environment/2019/nov/05/climate-crisis-11000-scientists-warn-of-untold-suffering