Oljuleki í Vági dálkaði krækling illa

Hin 6. desembur í 2006 kom hol á ein oljutanga á SEV-verkinum í Vági. Beinanvegin fór fitt av tungolju út á Vágsfjørð, og varð fjørðurin sjónliga dálkaður, sigur Umhvørvistovan. Tíðina eftir seyraði nakað av olju afturat út á fjørðin. Fyri at meta um árinini, sum oljudálkingin hevði á Vágsfjørð, varð á vári 2007 farið undir eina árinskanning, har innihaldið av sokallaðum poly-cykliskum aromatiskum hydrokarbonum varð kannað í kræklingi í trimum umførum: Tríggjar, seks og sekstan mánaðir eftir óhappið.

Úrslitini vísa, at oljudálkingin elvdi til eitt økt innihald av PAH í kræklingi.

PAH er felagsheiti fyri ein bólk av kemiskum evnum, sum m.a. eru í olju, og sum kunnu upphópast í livandi verum. Fleiri av PAH-unum eru skaðilig fyri livandi verur.

Tá PAH-ir eru í sjónum, verða tey upphópað í kræklingi. Tá PAH nøgdirnar í sjónum minka aftur, hendir ein útskiljing av PAH frá kræklingi. Innihaldið av PAH í kræklingi gevur tí eina góða mynd av, hvussu nógv PAH hevur verið í sjónum undanfarnu tíðina.

Kræklingur tikin tríggjar mánaðir eftir óhappið, varð týðiliga dálkaður við PAH. Hóast innihaldið av PAH minkaði við tíðini, var kræklingur enn nakað dálkaður við PAH sekstan mánaðir eftir óhappið.