Oljufelagið Shell stríðist við at tetta ein leka á einari oljurørleiðing úti fyri skotsku strondini. Sum skilst varnaðust menn lekan mikudagin, men tað er ikki greitt, hvussu nógv olja er runnin út í sjógvin. Bretsku myndugleikarnir siga, at teir hava fingið at vita frá Shell, at nøgdin er rættiliga avmarkað.
-Vit hava avmarkað lekan nógv, og vit hava sett tiltøk í verk fyri at tetta hann, sigur ein talsmaður fyri oljufelagið við djølmiðlarnar.
Lekin er í einari oljuleiðing nærhendis pallinum Gannet Alpha, sum er eystur úr Aberdeen.