Dálking
Solby A. Eliasen
Kollafjørður:
Fólk varnaðust oljuna fyrstu ferð Flaggdagin. Menn frá Brandstøðini fóru á staðið og løgdu sperrir út. Men leygardagin varnaðust fólk aftur, at meiri olja var komin á sjógvin. Men hon var ikki komin út um sperrurnar. Tískil verður gitt, at oljan lekur onkrastaðni frá landi av.