Í USA umhugsa myndugleikarnir, hvat teir skulu ella kunnu gera fyri at steðga einum ovurstórum oljubletti í Meksikanska Flógvanum. Oljan nærkast strondini í statinum Louisiana og kann elva til eina av teimum ringastu umhvørvisvanlukkunum í amerikonsku søguni.
Oljan kemur úr einum røri, sum fór at leka, tá ein oljupallur sprongdist og sakk í síðstu viku. Lekin er á 800 favna dýpi, og umleið 160.000 litrar av olju renna út í sjógvin um samdøgrið.
New York Times skrivar, at myndugleikarnir umhugsa at seta eld á oljublettin. Ein roynd at senda smáar kavbátar niður at tetta lekan miseydnaðist.