Tann fyrsta metingin var, at oljan fór ikki at órógva djóralívið í sjónum við flogvøllin, men nú siga veiðimenninir, at oljan hevur rikið kóp og onnur djór burtur frá landi. Hetta er annars góð veiðitíð til kóp, men veiðimenninir í Kulusuk halda, at tann rami oljulukturin ger, at kópurin heldur seg langt úr landi.