Nógv loyvi eru latin til oljuleiting og kanningar á føroyska landgrunninum seinastu nærum 10 árini. Tilsamans hava verið trý útbjóðingarumfør og hava eini 30 oljufeløg tilsamans luttikið so ella so.
Seks brunnar eru boraðir higartil, tann sjeyndi verður boraður í 2010. Men hvussu við øllum loyvunum, sum ikki enn eru gingin út men skjótt gera tað! Tí vil tað vera rættiliga náttúrligt nú at spyrja, hvat roknast kann við av kanningum og brunnum í komandi framtíð.
Vit vita, at nógv av loyvunum eru um at ganga út í ár, og tað merkir, at feløgini og Jarðfeingi mugu koma ásamt um, hvørji víðari forpliktilsi eru og skulu vera galdandi fyri at kunna varðveita loyvini. Hetta er tann reyði tráðurin í allari oljutilgongdini.
Neyvan eru mong forpliktilsi eftir hjá oljufeløgum, og skjótt átti at verið funnið fram til, hvørji forpliktilsi veruliga eru eftir. Tað er tó torført at fáa nakað ítøkiligt at vita um hetta frá bæði oljufeløgum og myndugleikum. Tí mugu vit í ávísan mun gita og annars bara vóna, at antin feløg ella myndugleikar skjótt fara at kunna almenningin um, hvat ætlanin er skal henda við verandi loyvum.
Seks fyristøðufeløg
Tað eru seks fyristøðufeløg eftir á landgrunninum.
BP hevur longu sagt frá, at tað gevst í summar.
Síðani er tað ENI, sum skal bora til várs. Kemur einki burtur úr tí boringini mugu vit rokna við, at felagið fer sama veg sum BP.
Eitt annað fyristøðufelag er StatoilHydro, sum er størsti loyvishavarin í Føroyum. Vit kunnu bara fegnast um, at hetta stóra oljufelagið framhaldandi er við til at halda grýtuni í kók.
Síðani er tað Chevron, sum eitt sindur óvæntað søkti um loyvi í 2. rundu og fekk lisens beint við markið.
Loksins hava vit tey smærri fyristøðufeløgini, tað heldur ókenda og lítla felagið Sagex, sum hevur tvey stór loyvi tætt við markið saman við Atlants Kolvetni umframt Faroe Petroleum, sum er fyristøðufelag á loyvi heilt har suðuri.
Til øll hesi loyvini hoyrir bert ein brunnur, umframt nakað av seismikki, sum skal skjótast eitt nú hjá StatoilHydro í tí nýggjasta loyvinum 016. Sum skilst fer StatoilHydro at skjóta seismikk har í summar. Síðani er spurningurin, hvussu nógv forpliktilsi er eftir hjá Sagex og Faroe Petroleum.
Hvat ger Chevron!
Tað loyvi, sum kanska flestu eygu hava verið vend móti leingi, bæði hjá oljufeløgum og myndugleikum, er loyvi 008, har Chevron er fyristøðufelag. Orsøkin til at Chevron í 2. rundu fór inn og beyð uppá hetta loyvi saman við StatoilHydro, Dong og OMV var uttan iva tað stóra fundið, sum feløgini høvdu gjørt bretsku megin markið eitt sindur fyrr, kallað Rosebank/Lochnagar. Her var talan um eitt stórt fund, sum verður mett rakstrarverdugt.
Chevron hevur so mett, at tað vildi verið rætt og skilagott eisini at havt eitt loyvi beint hinumegin á føroyska landgrunninum við tí framtíðar strategi fyri eygað: at kunna fáa nyttu av stórdrift í einum avmarkaðum øki kring markið. Chevron hevur nevnt møguleikan at bora í føroyska loyvinum í 2010. Henda avgerð er sum skilst tó enn ikki tikin, og sýnist tað sum um, at Chevron bara fer at bora í føroyska loyvinum, um so er, at úrslitini av avmarkingarbrunnum á Rosebank North, sum liggur tættari føroyska markinum enn sjálv høvuðskeldan Rosebank, eru nóg lovandi. Við Sosialin herfyri segði stjóri í Chevron, at ein avgerð helst fór at verða tikin um hetta í april ella so. Men enn hoyrist einki frá Chevronhøvuðsborgini í Aberdeen.
Tí spyrja vit: er úrslitið av hesum brunni nóg gott til at kunna seta í gongd eina boriætlan í 008 á føroyska landgrunninum? Tøgnin, sum valdar í løtuni, kann tulkast báðar vegir, men soleiðis sum oljuprísurin hevur lagað seg, so kann tøgnin í løtuni møguliga tulkast soleiðis, at áhugin fyri at longja loyvi 008 kanska ikki er so ovurhondsstórur beint nú. Tað fáa vit so hvørki svar uppá frá Chevron ella Jarðfeingi, og tí mugu vit brynja okkum við toli, enn einaferð. Eitt er givið: Chevron eins og onnur oljufeløg, sum í løtuni dragast við óvanliga stórar kostnaðir í sambandi við pallleigu ol., fara neyvan út í eitt boriævintýr á føroyska landgrunninum, um ikki avmarkingarbrunnar hinumegin markið hava givið eitt so mikið gott úrslit, at man út frá hesum heldur tað vera relevant og lønsamt at bora ein brunn ikki so langt frá, also á føroyska økinum. Tí er tað stóri spurningurin í løtuni, um Chevron vil plikta seg til at bora ein brunn í 008.
Síðani eru tað Sagexloyvini, 013 og 014. Munnu Sagex og tess partnari Atlantic Petroleum hava ráð til at longja loyvistíðina við at plikta seg til dýrar seismiskar kanningar og møguliga einum brunni eisini? Neyvan soleiðis sum oljuprísurin er í løtuni og annars støðan á fíggingarmarknaðinum. Tað fara vit so eisini at frætta nærri um um vónandi ikki so langa tíð. Føroya Kolvetni situr á loyvi 012 sunnanfyri, har nakað av seismikki er skotin, men í løtuni vita vit ikki, hvørjar ætlanir felagið hevur. Tað hevur tó ljóðað, at okkurt stórt oljufelag hevur víst áhuga at keypa seg inn í tað loyvi. Hetta vil so eisini vera í tráð við strategiina hjá Føroya Kolvetni, nevniliga fyrst at búna síni loyvi og síðani selja burturav. Nú skal tó støða takast til at bora, og tað kostar.
StatoilHydro lokomotivið
Síðani er tað nýggja lokomotivið á landgrunninum, StatoilHydro, sum eisini er flaggskipið í føroyskari oljuleiting í dag, tá hugsað verður um, hvussu nógv loyvi felagið hevur og eisini um tær upphæddir felagið hevur brúkt til leiting her og fer at brúka aftrat. Sum skilst fer felagið undir at skjóta seismikk í tí seinasta loyvinum felagið fekk tillutað norðan fyri út móti markinum, 016. Vit hava so sæð, at StatoilHydro hevur dugað væl at selt frá og keypt seg inn í nýggj loyvi vestan fyri Hetland, upp at føroyska økinum. Hetta má væl merkja, at felagið situr inni við nógvari vitan um alt hetta stóra økið, og sum ger, at tað framhaldandi er sinnað til at gera fleiri íløgur her. Føroyskir myndugleikar kunnu bara fegnast um, at eitt av stóru oljufeløgunum heldur fast her og entá økir um sítt virksemi.
Í løtuni seta vit tó okkara álit á Anne Marie brunnin, sum ENI fer at bora eitt nú saman við hinum føroyska oljufelagnum Faroe Petroleum tíðliga næsta ár. Aftrat tí seta vit okkara vónir til kanningarnar, sum StatoilHydro eftir øllum at døma fer undir í sínum nýggjasta loyvi, 016. Har ætlar felagið at skjóta seismikk í summar, og helst er tað hesin seismikkur, sum skal vera partur av avgerðar grundarlagnum hjá StatoilHydro, tá tað skal til at taka støðu til, um tað vil bora, helst í 2011.
Tú kanst út frá hesum velja at siga, at støðan í løtuni er at sammeta við sannleikans tíma fyri føroyskari oljuleiting ella tú bert staðfestir, at nógv framvegis er so óvist, at til ber ikki til at gera nakra neyva niðurstøðu júst í hesi løtu.
Kortini er tað ein sannroynd, at forpliktilsini, sum oljufeløgini hava játtað myndugleikunum, eru við at ganga út, og verða tey ikki endurnýggjað og ment meira, so sær eitt sindur svart út. Vit vita sum sagt í skrivandi løtu ikki, um Chevron fer at longja sítt loyvi og møguliga bora ein brunn. Kann tað henda, at felagið fyribils leggur sínar ætlanir her á ís ella er tað so, at felagið heilt tekur seg úr økinum! At felagið hevur kontraherað eitt spildurnýtt boriskip til at bora brunnar á Atlantsmótinum hevur so í hvussu er higartil verið tikið sum eitt jaligt tekin. Men øll vita vit, at tað eisini í hesi verð kann ganga ómetaliga skjótt báðar vegir. Tað tú helt vera spennandi og ráðiligt í gjár, kann í morgin vísa seg als ikki at vera tað.
Oljuprísurin
Og so er tað oljuprísurin og útreiðslustøðið sum heild. Hesi kunnu jú gera, at tað, sum fyrr lønti seg væl, tað ber als ikki til at hugsa um í dag við verandi prísum. Vit eiga tí náttúrliga at kunna seta spurningin, um ikki oljuprísurin kann vera orsøkin til, at oljufeløg longu eru vorðin meira varin við at fara undir kostnaðarmiklar boringar á djúpum vatni og váðafullum nýggjum og ókendum øki. Príslegan hevur gjørt, at tað er nógv dýrari hjá oljufeløgum í dag enn fyri bert kanska fimm árum síðani at skula fáa oljuna upp úr nýggjum keldum.
Vit hóma eina gongd, har oljufeløg fara at ansa eftir ikki at vera ov ekspansiv, meðan tey nú í eina tíð royna at lesa oljuprísin av. Hetta er ein vinna, sum krevur nógvan kapital. Hyggja vit so eftir roknskapum hjá stórum oljufeløgum sum t.d. BP og Shell, so síggja vit, at tey hava havt eina niðurgongd í fyrsta ársfjórðingi orsakað av lægri oljuprísum uppá umleið 60%. Hetta ger sum sagt, at tey vilja vera eitt sindur varin til tey hava lisið støðuna av. Tað merkir ikki, at Føroyaøkið verður avskrivað. Tí fyri at oljufeløg skulu yvirliva, so mugu og skulu tey brúka orku at leita eftir nýggjari olju. Man skal helst finna líka nógv, sum man framleiðir. Tí kemur Føroyaøkið at blíva áhugavert fyrr ella seinni. Men vit fara at síggja, at henda tilgongdin helst fer at koyra í lægri geari í eina tíð, har okkurt verður útsett.
So kann man spyrja, um koyrast kann í lægri geari enn gjørt verður. Vit staðfesta, at ENI borar í næsta ár. Vit síggja, at StatoilHydro hevur víst úthaldni sum tað nýggja lokomotivið og fer at skjóta seismikk og fer helst at bora eisini. So nakað er í gongd. StatoilHydro er heimsins størsta fyristøðufelag, sum arbeiðir á djúpum vatni, og tí er gott, at felagið framhaldandi er her. Eisini at Chevron, sum er ein oljurisi, framhaldandi er her.
Kann broytast báðar vegir
Støðan kann broytast skjótt báðar vegir. Men tað skal vera løgið, um øll oljufeløgini leggja Føroyar heilt á ís, tí tað skal finnast nýggj olja. Kann vera at oljuprísóvissan heldur fram uppá stytri sikt men eygleiðarar meta, at hon fer at leggja seg í eina meira trygga og hægri legu uppá longri sikt og sum ger, at Føroyaøkið fer at vera áhugavert.
Tað eru heldur ikki nógv øki, sum eru eins stabil sum tað føroyska og har tað longu er staðfest ein virkin kolvetnisskipan í undirgrundini. Tað finnast negativ tekin í øðrum stórum oljuøkjum sum Ruslandi og Mexico, har óstabilitetur og høgur prísur ávirka tann skeiva vegin.
Òtryggleikin í oljuverðini hevur gjørt, at tað er vorðið meira turbulent og óvist á Føroyaøkinum. Men eingin orsøk er til at avskriva nakað. Men tað krevur so kortini, at tað verða boraðir brunnar í framtíðini. Og síðani er tað eisini spurningurin um og hvussu útsetingin av ENI brunninum kann ávirka øll hini loyvini. Tað fáa vit vónandi svar uppá frá myndugleikunum um ikki so langa tíð.









