Oljuleiting við Føroyar – framvegis áhugaverd

FØROYAR OG OLJAN

 

Nú fara tað at verða 9 ár síðani fyrstu oljuleitingarloyvini vórðu latin.Í løtuni eru 16 oljufeløg virkin á føroyska økinum og slakir 18.000 ferkilometrar av landgrunninum eru í løtuni lutaðir til oljuleiting.

Tá bjóðað varð út fyrstu ferð, var áhugin ovurhonds stórur at fáa leitingarloyvi, meðan talið av umsóknum hevur verið lægri í báðum seinastu umførunum. Og tann gongdin er hvørki óvæntað ella ónatúrlig. Í fyrsta útbjóðingarumfarinum vórðu flestu økini, ið mest vitan var um, latin. Síðani hevur leitingin flutt seg meira spakuliga inn á nýggj øki.

 

At talið av umsóknum um leitingar-loyvi hevur verið minkandi, og at onkur feløg fyribils hava tikið seg úr føroyska økinum, hevur fingið onkran at ivast í framtíðini hjá oljuvinnu í Føroyum. Tað dugi eg onga orsøk at síggja til. Men vit kunnu ikki og skulu ikki seta okkum afturá, og bara vænta, at alt gongur av sær sjálvum. Vit hava eina “vøru” at selja, og hon skal seljast aktivt, tí vit hava enn áhugaverd øki og jarðfrøðiligar fláir, ið antin als ikki eru kannaði ella eru ikki kannað nóg væl. Føroyska økið er alla tíðina í kapping við onnur øki, og í hesum tíðum við heimsfevnandi fíggjarkreppu og lutfalsliga lágum oljuprísum, er minni peningur til leitivirksemi, og kappingin um peningin tí enn størri.

 

Tað eru framvegis oljufeløg, sum síggja møguleikar her, umenn váðin er lutfalsliga stórur. Okkara egnu jarðfrøðingar síggja eisini nógvar møguleikar, sum enn ikki eru troyttir. Við egnari gransking gera teir sínar sjálvstøðugu metingar av ymsum leitiviðurskiftum á føroyska økinum, og tað er av stórum týdningi, at tann granski-ngin heldur áfram.

 

Ein avbjóðing er at halda teimum feløgum til, ið eru her, og at vekja áhugan hjá enn fleiri at koma henda vegin. At fáa fleiri hendan vegin er kanska nakað, ið vit veruliga eiga at gera nakað við. Tí hóast tað kundi verið áhugavert hjá fleiri feløgum at komið hendavegin, so er tað kortini ikki vist, at tey koma. Tingini hanga ikki saman á tann hátt, at Føroyar standa og blunka á ljóstalvuni hjá øllum leitistjórum runt um í heiminum. Vit mugu áhaldandi kunna um, at vit eru til, og fáa teir áhugaðar at brúka orku til leitivirksemi í føroyska økið.

 

Ein annar táttur við oljuvinnu, er møgu-leikin hjá føroyskari vinnu at fáa sátt-málar/veitingar. Føroysk vinna hevur gjørt sínar royndir at sleppa uppí part. Hjá summum hevur hetta hepnast væl, meðan aðrar ikki hava fingið tað burturúr, tær vónaðu. Tað er kortini hugaligt at frætta, at tær fyritøkur, ið hava megnað at fáa sáttmálar, hava til fulnar livað upp til krøvini, ið sett verða. Og tey eru ikki lítil. Hetta er nakað, ið byggjast kann víðari á.

 

Leitivirksemið á føroyskum øki er ikki nóg mikið til at vera eitt javnt íkast hjá føroysku vinnuni, og tí eigur at verða umhugsað, hvørt tað eisini ber føroyskum fyritøkum til at koma sær framat í útlendsk--um høpi. Og hví skuldi tað ikki borið til, tá tær hava víst síni evni her heima? Møguleikar eru beint eystanfyri markið, t.d. hevur franska oljufelagið Total boðað frá, at tað hevur ætlanir um at útbyggja gassleiðing vestanfyri Hetland fyri einar 20 milliardir krónur. Hetta er afturat tí leitivirksemi, ið annars er vestanfyri Hetland.

 

Í tí stóru myndini, er tað sjálvandi fyrst og fremst prospektiviteturin á føroyska landgrunninum, ið ger av, hvørt feløg hava áhuga at koma hendavegin. Men eisini onnur viðurskifti kunnu spæla ein leiklut – umenn minni. Higartil hevur oljuvinnan og teir persónar, ið arbeiða í vinnuni, verið væl móttikin av føroyingum. Ein leggur hetta kanska ikki so væl til merkis í tí dagliga, men týdningurin av tí, skal ikki undirmetast. Tað hevði kanska verið sjónligari, um hetta ikki var so. Góða samspælið millum føroyska samfelagið og oljuvinnuna, hevur heilt vist verið til fyrimuns fyri báðar partar, og vónandi kann henda gongd halda fram, har báðir partar sýna hvørjum øðrum virðing.

 

Samanumtikið – vit hava nakað at bjóða oljuvinnuni, og skulu kunna um tað; føroysk vinna eigur at umhugsa at sleppa sær uppí part aðrastaðni; og vit skulu framhaldandi taka væl ímóti oljuvinnuni undir greiðum spælireglum.

 

Grundað á hesar einføldu tankar, havi eg góðar vónir um framhaldandi leitivirksemi við Føroyar og fyri góðum vinnumøgu-leikum.