Oljuleiting vestan fyri Hetland stóran týdning fyri okkum

Bretskir myndugleikar hava júst kunngjørt úrslitið av 25. útbjóðingini vestan fyri Hetland. Hon vísir framhaldandi stóran áhuga fyri økinum. -Vit eiga at geva tilgongdini her stóran gætur, tí hon kann fáa stóran týdning fyri føroyska økið eisini skrivar Jan Müller í hesi analysuni.

Hyggja vit eftir oljutilgongdini í okkara parti av heiminum, so hava leiting og fund í einum øki havt týdning fyri leiting í einum øðrum øki í grannalagnum, ja hava skundað undir leiting nærhendis. Hetta hevur verið gongdin í Norðsjónum, har stór gassfund í hálendska partinum av Norðsjónum góvu íblástur til leiting í donskum, norskum og bretskum øki. Síðani hevur pionerandin fingið oljufeløgini at seta kósina móti leiðunum vestan fyri Hetland eisini. Og síðani olja og gass vóru funnin her er kósin sett enn eitt stig víðari vestureftir móti føroyska markinum. Og higani inn um føroyska markið.

 

Hetta eru søgulig fakta, sum vit framhaldandi eru vitni til. Júst í hesum døgum hava bretskir mynguleikar kunngjørt, hvørji feløg hava fingið nýggjastu loyvini í bretskum øki, í 25. útbjóðingini. Og her eru loyvini, sum liggja vestan fyri Hetland og serstakliga tey, sum liggja tætt við føroyska markið av stórum týdningi fyri okkara myndugleikar og tey oljufeløg, sum virka her.

 

Foinaven sett gongd á

Tað vóru oljukeldurnar Foinaven og Schiehallion nær okkara ”Gullhorni”, sum góvu íblásturin til fyrstu brunnarnar í føroyskum øki. Í dag eru tað oljukeldurnar Cambo og Rosebank, somuleiðis á bretskum øki, tó nakað norðari, sum geva íblástur og virka sum katalysatorar fyri leiting okkara megin markið.

 

Júst av hesi orsøk er tað eisini sera av týdningi fyri okkum at fylgja við, hvussu áhugin er fyri at gera íløgur í framhaldandi leiting á bretskum øki vestan fyri Hetland. Og tí hevur henda seinasta bretska útbjóðingin eisini størri týdning fyri leitingina við Føroyar enn mong geva sær fær um. Vit tosa í veruleikanum ikki um eitt bretskt og eitt føroyskt øki, vit tosa um Atlantsmótið, sum fevnir um alt økið millum Hetland og Føroyar.

 

Serfrøðingar hava tí eisini fleiri ferðir víst á, at leitingin vestan fyri Hetland í veruleikanum eisini er duraopnarin til føroysku undirgrundina.

 

Long leitisøga

Lat okkum tí hyggja at, hvussu áhugin er og hevur verið fyri at leita eftir kolvetni vestan fyri Hetland. Fara vit langt aftur í tíðina, eini 30 ár ella meira, so vóru stór fund gjørd í Norðsjónum, og tí varð tað heilt náttúrligt, at oljufeløg fóru at vísa áhuga fyri tí stóra ókenda økinum vestan fyri Hetland, sum fekk heitið ”The Atlantic Margin” ella Atlantsmótið. Hetta var spildurnýtt øki við stórum dýpi og ringum farvatni. Tí vóru tað eisini mest tey heilt stóru oljufeløgini so sum BP, Shell, Total, Exxon og Mobil, sum tordu at gera íløgur her. Meira enn 100 brunnar vórðu boraðir og hóast rakt varð við bæði olju og gass, (Clair, Victory, Laggan, Torridon o.o.) so varð tøknin ikki ment nóg nógv til at fara undir at fáa oljuna ella gassið upp úr dýpinum.

 

Ikki fyrr enn miðskeiðis í 90-unum bar til. Tá vóru tvær stórar oljukeldur funnar og útbygdar, Foinaven og Schiehallion. Í dag eru hesar keldur ein týðandi partur av bretsku oljuframleiðsluni. Seinni varð so sett hol á oljurisan av øllum, Clairkelduna, sum var funnin í 1978. Eftir hetta hava bretskir myndugleikar so roynt at peika út nýggj øki í hesum nýggja oljulandslutinum. Longu gjørdu fundini og framleiðslurnar hava so drigið onnur altjóða oljufeløg til so sum ENI, Chevron, StatoilHydro, DONG, OMV fyri bert at nevna nøkur teirra.

 

Nýggj feløg loysa av

Í dag er støðan so tann, at feløgini, sum gingu undan at leita, BP og Shell, nú brúka orkuna til framleiðslu. Nú eru tað onnur feløg, sum líkasum hava yvirtikið leitirolluna, og hesi eru sum áður nevnd Chevron, ENI, StatoilHydro, Dong og onnur við. Og tað áhugaverda fyri okkum føroyingar er, at hetta eru júst somu feløg, sum eru sera virkin á føroyska landgrunninum. So til ber at síggja ein útvikling, har feløg eru virkin báðumegin markið.

 

Risaíløgan í eitt spildurnýtt boriskip, Stena Carron, sum Chevron hevur langtíðarleigað til leiti- og útbyggingarbrunnar á Atlantsmótinum komandi 5-7 árini er eisini eitt sera gott og sigandi tekin um, hvussu stóran týdning nøkur av heimsins størstu oljufeløgum geva økinum millum Hetland og Føroyar.

 

Hvat sigur so seinasta útbjóðingin vestan fyri Hetland okkum! Jú vit síggja, at stórur áhugi er fyri teigum bæði út móti føroyska markinum og síðani einum stórum øki norðanfyri longur inni á bretska landgrunninum, har tað er gassið feløgini fara mest eftir.

 

Framvegis stórur áhugi

Feløgini, sum hava fingið tillutað loyvi vestan fyri Hetland, eru m.a. Total, Dong, Nexen, Hurricane, BP, Mærsk, Valiant, Sagex, Chevron, Dana, Faroe Petroleum, Atlantic Petroleum oo. Danska Dong er tað felagið, sum hevur fingið flest loyvi, íalt 16. Felagið sær stórar møguleikar í gassgoymslum í undirgrundini eins og onnur feløg sum Total, ENI og Chevron. Gjørd eru fleiri gassfund í økinum, og tað er rundan um hesi fund, at feløgini nú fara at gera kanningar, sum so skulu hava við sær, at tey fara at bora.

 

Hetta hendir um somu tíð, sum bretskir myndugleikar og oljufeløg hava arbeitt við eini ætlan (The West of Shetland Taskforce) um at byggja út ein infrastruktur i økinum, soleiðis at tað ber til at taka gassið upp. Shetland News visti at siga í farnu viku, at stóri franski gassrisin Total helst fer at gera av í 2009, um felagið skal til at byggja út verandi gassfelt og leggja eina leiðing til Sullom Voe í Hetlandi. Serfrøðingar meta, at tað fer at kosta einar 35 milliardir krónur at byggja út gassfeltini í økinum og verður Laggan gasskeldan hjá Total helst tann fyrsta, sum verður bygd út.

 

Leita vit so nærri føroyska markinum, so hava fleiri feløg fingið tillutað teigar her. Eitt teirra er Mærsk. Henda seinasta bretska útbjóðingin eigur ikki at verða eygleidd isolerað. Hon skal síggjast sum ein framhaldandi partur av einum útviklingi, har onnur oljufeløg longu hava fingið tillutað týðandi teigar við markið í teimum undanfarnu útbjóðingunum, nr. 23 og 24.

 

Komandi brunnar

Samanumtikið kunnu vit siga, at áhugin fyri at gera íløgur í leiting vestan fyri Hetland og upp at føroyska markinum er so mikið stórur framvegis, at nýggj fund og útbyggingar av verandi fundum, olja ella gass, kunnu koma at skunda undir somu oljufeløg at bora leitibrunnar á føroyskum øki. Einasti brunnurin vit við vissu vita verður boraður við Føroyar aftrat er tann hjá ENI. Sett verður á seint komandi vár ella tíðliga á sumri 2009. Síðani er tað tann nógv umrøddi brunnurin hjá Chevron longur norðuri, skamt frá Rosebankkelduni hinumegin markið. Chevron hevur boðað frá, at tað fer at koma við eini útmelding um ein brunn í sínum loyvi á føroyskum øki í hesum árinum. Møguliga og helst fer henda útmelding at vera tengd at teimum boringum, sum felagið fer undir á Rosebankleiðini í næstum, men sum eru nakað seinkaðar. Tí kann avgerðin um at bora føroysku megin markið verða tikin í 2009 heldur enn nú.

 

Atlantsmótið

Vit kunnu tí loyva okkum at gera ta niðurstøðu, at seinastu loyvisrundurnar bæði í føroyskum og bretskum øki komplimentera hvørja aðra. Tær skunda undir útviklingin á Atlantsmótinum sum heild. Íløgur í infrakervi í økinum vestan fyri Hetland, sum í løtuni verða umrøddar millum oljufeløg og myndugleikar, kunnu eisini fáa avgerandi týdning fyri tilgondina sum heild, eisini fyri okkum í Føroyum. Tí fara vit komandi tíðina at hoyra nógv meira til nøvn sum Rosebank og Cambo fundini bretsku megin markið og Anne Marie og Súlan prospektini á føroyska landgrunninum. Umframt allar teir mongu teigarnar, sum komandi árini verða kannaðir á Atlantsmótinum.

 

Og skulu vit geva orðunum hjá bretska oljumálaráðharranum, Mike O Brien, sum fegnast um úrslitið av seinatu útbjóðingini, gætur, verður eitt nú økið vestan fyri Hetland raðfest sera høgt í bretskum orkuveitingarhøpi í framtíðini. So hóast tøgn enn valdar um okkara leiðir, bendir nógv á, at meiri ferð verður sett á hjólini vestan fyri Hetlandi komandi árini. Olju- og gassfund og útbyggingarætlanir, mongu leitiloyvini og ikki minst – flaggskipið í oljuleitiflotanum í heiminum í dag – Stena Carron - ger nú klárt til at seta borin í undirgrundina á Atlantsmótinum. Og sum eitt serligt kuriosum - tað er samtíðis at gleðast um, at bæði føroysku oljufeløgini eru við – báðumegin markið.