Oddagrein
Samstarv er lykilin til bestu loysnirnar, eitt nú tá útlendsk feløg gera íløgur í Føroyum til tess at leita eftir og troyta náttúrutilfeingi. Fyri tey fremmandu og fyri okkum. Fyri felags besta. Taka vit tilgongdina í oljuleiting við Føroyar seinastu 10 árini, so hevur samstarv nettupp verið eitt av amboðunum. Hetta er GEM-umhvørvisarbeiðið eitt gott prógv um. Hetta var ein framúr góð verkætlan, ið ikki átti sín líka nakra aðrastaðni í heiminum. Har øll oljufeløgini saman við føroyskum myndugleikum settu út í kortið eina umhvørvisverkætlan, ið hevur til endamál at tryggja eitt reint umhvørvi í kjalarvørrinum á oljuboringum og seinni framleiðslu. Herfyri kom út bóklingur, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur gjørt í samstarvi við Innlendismálaráðið og Føroya OljuÍdnaðar Bólk (FoíB) um umhvørvi og oljuleiting: "Umhvørvi og oljuleiting, umhvørvislig krøv og kanningar á føroyskum øki". Eitt frálíkt tiltak. Hóast oljusøgan enn er ung, er greitt, at oljuvinna kann gerast ein týðandi partur av gerandislívinum hjá komandi ættarliðum. Og tí eigur slíkt tilfar at vera ein náttúrligur partur av undirvísingini í skúlunum.
Endamálið við bóklinginum er at lýsa, hvussu fyrilit fyri umhvørvisvernd hava verið tryggjað gjøgnum alla gongdina, frá tí at eitt oljufelag fer undir at gera ætlanir fyri leitivirksemi, og til eftirkanningar rundanum sjálvt boriholið eru gjørdar. Bóklingurin gevur innlit í, hvussu oljuleiting fer fram, og hvørji umhvørvislig krøv oljufeløgini skulu lúka, áðrenn loyvi fæst til at seta borin í føroysku undirgrundina. Bóklingurin gevur eisini eitt yvirlit yvir tær umhvørviskanningar, ið gjørdar vórðu, áðrenn og aftaná at fyrsta leitiumfar fór av bakkastokki. Endamálið við umhvørviskanningunum er at geva myndug-leikum og oljufeløgum eitt støði at meta um, hvørji árin leitiboringarnar hava á føroyska umhvørvið, og fyri at staðfesta møguliga dálking. Kanningarnar eru í flestu førum gjørdar av føroyskum myndugleikum, stovnum og granskarum, við fíggjarligum stuðli frá oljufeløgunum verður greitt frá í skrivi frá stigtakarunum. Bóklingurin er ætlaður øllum, ið hava áhuga fyri umhvørvi og oljuleiting, og hevur ætlanin verið at gjørt eina lættlesiliga frágreiðing við nógvum myndum og talvum. Allir teir hægru og miðnáms skúlarnir fáa eitt flokssett av bóklinginum sendandi.
Á oljutinginum mikukvøldið var bóklingurin umrøddur og gjørdi ein rithøvundunum greitt, at oljufeløgini, ið leita eftir olju við Føroyar, er tey, sum eru mest miljøbevíst. Hetta er gott skoðsmál at fáa og sigur eisini, hvussu týdningarmikið samstarvið millum føroyskar myndugleikar og feløgini er. Hetta samstarv byrjaði við GEM og síggja vit nú fruktirnar av tí. Sama oljuting umrøddi eitt annað samstarv, SINDRI, har oljufeløg og myndugleikar í felag seta út í kortið langtíðar kanningarætlanir, ið skulu gagna framtíðar menningini her á landi. Sjálvandi ræður um at arbeiða miðvíst og skjótt til tess at finna oljuna, men harafturat ræður eisini um at hugsa longur fram, og her er samstarvið í Sindri av stórum týdningi, eitt nú fyri at skilja, hvussu øll okkara undirgrund sær út og hvat hon kann goyma. Latið okkum menna slíkt samstarv fyri harvið eisini sjálvi at gerast betri før at taka ímóti framtíðar avbjóðingum. Og latið okkum gera tað sum framhald av tí slóðbrótandi arbeiði, ið okkara frægi jarðfrøðingur, Jóannesi Rasmussen, sáli stóð fyri. Latið okkum fullføra hansara verk.
Sosialurin