Amerikanska oljufelagið Chevron boðar nú frá, at tað rýmir úr Føroyaøkinum. Hetta er sostatt trijða oljufelagið, sum tekur hesa avgerð í ár. Fyrr hava BP og Anadarko sagt frá, at tey eru liðug við sítt arbeiði á føroyska landgrunninum.
Hetta kemur sjálvandi dátt við fyri føroysku oljumyndugleikarnar, tó at tað neyvan kemur so heilt óvart, tá hugsað verður um heimskreppuna og oljuprísirnar og annars gongdina í nýggjum leitiøkjum. Leita vit aftur til fyrstu útbjóðingina í ár 2000, so vóru sera mong oljufeløg áhugað í leitingini tá. Nýfikni og síðani íblásturin frá fundunum hinumegin markið vóru ígongdsetarar. Síðani hava fleiri teirra valt at takka fyri seg fyri ístaðin at brúka sína orku í øðrum og meira kendum økjum, har olja og gass eru funnin. Nøkur teirra eru Philips, Mobil, Conoco, Total, Fina og Elf, Petro Canada, BG, Maersk, Texaco og Amerada Hess fyri at nevna nøkur teirra.
Tá Chevron fyri nøkrum árum síðani søkti um leitiloyvi varð tað mett sera kærkomið, tí her var jú talan um eitt av teimum mest virknu feløgunum á Atlantsmótinum. Felagið søkti um eitt øki tætt við Rosebankkelduna, sum tað hevði funnið saman við StatoilHydro, OMV og DONG hinumegin markið. Hetta gav myndugleikunum eina spakuliga vón um, at somu oljuførandi løgini vórðu báðumegin markið. Tann møguleikin er framhaldandi til steðar, hóast ovasta leiðslan í Chevron hevur gjørt av at gevast her. Felagið sigur í viðmerking í blaðnum í dag, at tað fer at brúka sína orku aðrastaðni, har tað metir seg fáa meira burtur úr í verandi støðu. Hinvegin útilokar felagið ikki, at tað verður aftur at síggja um okkara leiðir í framtíðini.
Sjálvandi er tað stórt spell, at eitt stórt oljufelag sum Chevron gevst. Vit eiga tó ikki at fella í fátt, men heldur fegnast um, at tað framvegis eru stór og roynd oljufeløg, sum vilja leita eftir kolvetnum á landgrunninum. StatoilHydro hevur átikið sær leiklutin sum leiðandi lokomotvið, og tað er gott. Felagið hevur eina stødd og er so mikið professionelt, at hetta er ein ávís trygd fyri, at leitingin fer at halda fram og á einum høgum støði. Eisini onnur roynd feløg eru her so sum ENI, Shell, DONG og OMV og føroysku oljufeløgini.
Mest umráðandi er at fáa brunnar boraðar. Uttan teir eingin olja. Ein stendur so á skránni til í 2010, tá ENIJ fer at bora á Anne Marie leiðina. Ein sera spennandi brunnur, sum jarðfrøðingar sum heild meta lovandi. Eisini tað at hann liggur tætt við eitt stórt fund bretsku megin markið. StatoilHydro hevur sagt frá alment, at tað fer at bora í 2011. Ein kann siga, at tað eru tvey skot eftir í byrsuni. Rætta talið er kanska tvey ella trý, um so er at Statoil við øllum sínum loyvum velur at bora enn ein brunn í 2012 ella 2013. Gevur bara ein av hesum úrslit, so broytir tað fullkomiliga støðuna. Gevur eingin úrslit, so ganga helst mong ár til borað verður aftur. So hóast feløg rýma verða brunnar boraðir, og tað er altumráðandi. Leitingin við Føroyar er ikki í vanda – enn.










