Oljuleiting í Grønlandi næsta ár

Tað er líkt til, at oljuleitingin í Grønlandi byrjar eitt ár fyrr enn ætlað, sigur grønlendska kringvarpið KNR veit at siga, at tað skotska oljufelagið Cairn Energy ætlar sær at fara undir at leita longu næsta ár.

Skotska felagið, sum er tann størsti einstaki loyvishavarin í Grønlandi, hækkaði partapeningin við næstan einari milliard krónum fyrradagin fyri at tryggja sær pening til leitingina í Grønlandi.

Ein talsmaður hjá felagnum sigur við skotska blaðið The Scotsman, ætlanin er at gera tvær royndarboringar og at byrja á sumri næsta ár.