Tað er umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace, sum liggur í buktini. Felagsskapurin, sum fleiri ferðir hevur roynt at forða fyri nýggjari oljuleiting á Atlantsmótinum, te. er alt økið millum Føroyar og Hetland, hevur fingið viðhald í klagum sín-um móti tørvandi umhvørvispolitikkinum hjá bretsku stjórnini á Atlantsmótinum.
Tað var herfyri, at Greenpeace bað um loyvi at fáa eina hoyring í Hægstarætti um tað nógv umrødda ES-umhvørvisdirektivið. Sambart hesum direktivi skulu ávísar treytir lúkast til verju av bæði hvali, fugli, koralrivum oø., áðrenn loyvi kunnu gevast til oljuleiting. Bretska stjórnin førdi fram í rættinum, at hetta direktiv gongur bert út til 12 fjórðingar, meðan Greenpeace hevur ført fram, at tað gongur heilt út á 200 fjórðingar. Tað merkir, heilt út til føroyska markið.
Rætturin hevur nú givið Greenpeace viðhald, og hetta merkir, at felagsskapurin nú kann taka upp sjálvt málið í rættinum. Tað kann taka sína tíð, og fleiri keldur vilja vera við, at soleingi málið koyrir sum rættarmál, kann nýggj oljuleiting ikki takast upp í bretskum øki á Atlantsmótinum. Við øðrum orðum sleppa oljufeløgini ikki í gongd at bora eftir olju í tí nógv eftirspurda Hvíta økinum.
Tað eru tey, sum halda, at orsøkin til at bretska stjórnin loksins vildi ganga við til eina semju við føroyingar um markið var nettupp tann, at oljuídnaðurin strongdi so nógv á at sleppa út í Hvíta økið at bora eftir olju og gassi.
Nú tykjast hesar vónirnar brostnar, í hvussu er eina tíð.
Umboðsmaðurin fyri Greenpeace Peter Melsheft sigur við Press and Journal, at avgerðin hjá rættinum er ein stórsigur fyri hval, delfinir og koralriv.
Dómarin í Hægstarætti sigur í avgerð síni, at komandi útbjóðing til olju- og gassleiting á Atlantsmótinum geografiskt kemur undir økið, sum ES Habitat direktivið fevnir um, og at stjórnin má taka hædd fyri hesum direktivi, áðrenn hon letur nýggj leitiloyvi. Dómarin sigur m.a. ?The Secretary of State cannot lawfully decide whether to grant licences in the 19th round of offshore licensing, without first considering the provisions of the Habitats Directive?.
Fleiri oljufeløg hava stuðlað stjórnini ímóti kæruni frá Greenpeace. Tey eru sambart skotskum bløðum Texaco, Esso, Marathon Oil, Mobil, Enterprise, Conoco, Statoil, Phillips, Elf og British Gas.
Keldur siga, at bretska stjórnin hevur møguleika at kæra avgerðina men hetta fer eisini at taka tíð. Hin-vegin halda eygleiðarar ikki, at avgerðin fer at fáa nakra negativa avleiðing sum so, tí hon førkar ikki verandi loyvi til leiting, men ta komandi 19. runduna.
Men tað er greitt, at fyri mong oljufeløg, sum hava bíðað spent eftir hesi rundu og ikki minst fyri stjórnina, sum leggur stóran dent á at fáa oljufeleøgini at halda fram við at gera íløgur í leiting á bretskum øki, man avgerðin hjá rættinum kennast svár.
Alex Kemp, búskaparfrøðingur og oljuserfrøðingur við lærda háskúlan í Aberdeen sigur við Press and Journal, at hann er bangin fyri, at avgerðin kann seinka útviklinginum á Atlantsmótinum, júst nú bretski oljuídnaðurin er í eini álvarssamari støðu.
DTI, sum er bretska handils- og ídnaðarmálaráðið og tað sum stendur fyri oljuloyvum, sigur, at avgerðin fer ikki at fáa serliga ávirkan á oljuleiting í bretska partinum av Atlantsmótinum.
Tað er greitt, at oljuídnaðurin í Bretlandi er ikki serliga fegin um avgerðina. Sambart heimasíðuni hjá BBC er John Wils, sum er stjóri í UK Offshore Operators Association, vónsvikin av, at hetta málið ikki er loyst. -Tað skapar ótryggleika, sum kann hava við sær, at leitivirksemið verður seinkað og somuleiðis íløgur á Atlantsmótinum. Hann fer so langt sum at siga, at fara altjóða oljufeløgini at útseta sína íløgur kann tað avgjørt fáa avleiðingar fyri bretska búskapin, og ikki minst fyri økini í Skotlandi, og her m.a. skapa arbeiðsloysi. -Vit mugu tí rudda upp í hesum sum skjótast sigur John Wils við BBC.
Sosialurin skilur annars, at tað kann koma at gerast dýrari hjá oljufeløgunum, tá hesi í framtíðini skulu søkja um leitiloyvi, um bretska stjórnin nú skal til at laga seg eftir nýggjum og meira krevjandi umhvørviskrøvum.
Setir krøv til føroyingar
Vit hava biðið Eyðun Elttør, landsstýrismann í bæði olju- og umhvørvismálum um eina viðmerking til tíðindini. Hann sigur, at hetta vísir bert, hvussu týdningarmikið tað eisini er hjá okkum føroyingum at fyrihalda okkum yvirfyri umhvørvinum. -Tað er so eisini nakað, sum vit taka í størsta álvara, nú tá oljufeløgini skulu undir at leita.
Um so er at Greenpeace fer at seta forðingar í vegin fyri leiting her hjá okkum, hvørja viðmerking hevur landsstýrismaðurin?
-Eg endurtaki - vit prioritera umhvørvið høgt og ikki minst nú ein oljuleiting fer í gongd. Annað havi eg ikki at siga nú.










