Oljuleiðing sprongd fyri triðju ferð

Ókendir menn sprongdu í dag eina oljuleiðing í Sinai-oyðimørkini, og sambært egyptisku myndugleikunum er hetta triðju ferð síðani í februar, at oljuleiðingin verður sprongd í luftina. Leiðingin verður brúkt til at flyta olju úr Egyptalandi til Jordan og Ísraels.

Egyptisku myndugleikarnir siga, at vaktarmenn varnaðust ein fremmandan bil nærhendis leiðingini nakað undan spreingingini. Sum skilst hava kanningar avdúkað, at álopsmenninir brúktu fjarstýrdar løðingar.

Guvernørurin har norðuri í Sinai sigur, at álopsmenninir ganga ørindi fyri yvirgangsmenn, sum royna at elva til ófrið í økinum. Hann sigur, at ein onnur spreingiløðing varð funnin eina aðrastaðni tætt við leiðingina, men at tað eydnaðist at taka hana sundur, áðrenn hon brast.