Oljulýsingar og hugskotslist

Leygardagin seinnapartin letur Tummas Jákup Thomsen upp listaframsýning í Listaskálanum í Havn. Á framsýningini vera oljumálningar, træskurðir, tekningar og hugskotslist

 

FRAMSÝNING

Tekningin hevur ligið listamanninum úr Gøtu, Tummas Jákupi Thomasen, fremst í huga í mong ár, sum tøknin, hann best hevur kunnað lýst hug og tankar við. Á framsýningini, sum letur upp í Listaskálanum leygardagin, eru fleiri tekningar, sum eru settar saman til eina stóra brotamynd. Seinastu tvey árini er hann eisini farin at mála aftur, tó enn við tekning í summum av málningunum. Flestu málningarnir eru málaðir á Ekely í Oslo, har Edvard Munch búði og virkaði sum málari. Tummas Jákup kallar málningarnar fyri oljulýsingar, lýsingar av náttúru og tøkni, menniskju og náttúru, eins og fiski og hvali og havi.

Tummas Jákup Thomsen er eftir øllum at døma fjølbroyttur listamaður. Hann hevur fingist nakað við træskurð, og hugskotslist ella concept-list, sum tað verður rópt aðra staðni, ger hann eisini. Hetta er ein máti at siga, greiða frá einum tanka ella eini søgu. ?Stol på mig!? var heiti á seks stólum, hann læt inn til eina framsýning í Danmark.

Tummas Jákup Thomsen er føddur í Norðragøtu í 1962. Í list síni endurspeglar hann postdadaismunnar og postsurrealismunnar rák og rørslur. Tummas Jákup stendur fyri øðrum hugburði til tann myndlistarliga framburðin enn beinleiðis at gera bílæti. Myndin í sær sjálvum hevur mangan minni týdning enn hugskotið, hugfangið. Í dreymakendum og absurdum samandráttum, harí ósambærilig fyribrigdi og skuggsjónir verða førd saman og tað óvæntaða hendir, merkist stundum ein endurloysandi speirekandi skemtiligur undirtóni og spoysk frástøða.