Oljukursirnir til himmals

Bæði hjá Atlantic Petroleum og hjá Faroe Petroleum eru kursirnir farnir á flog, nú oljuprísurin er fyri støðugari hækkan

Oljukursir

Tað setti av álvara ferð á kursin, tá Atlantic Petroleum boðaði frá, at tey umvegis eitt samtak nú hava gjørt sáttmála um veruliga oljuframleiðslu í Chestnut-feltinum.
Mest sum alt fyri eitt sást ein varislig hækking í kursinum, og tá ódnin Katrina um sama mundið fór við fullari megi gjøgnum meksikanska flógvan, kom enn meira ferð á.
Ódnin tók nevnliga fleiri boripallar við sær, og tó at heimsmarknaðurin enn ikki hevur staðfest, um hetta fer at nevna rávørutilgongdina, so hevur hetta økt um virðið hjá oljufeløgum kring allan heim.
Innan bara tveir dagar øktist kursurin ikki minni enn 15%. Úr 233,833 í 275,272. Og hesa Katrin byrjaði at gera um seg, hevur umsetningurin av partabrøvunnum hjá AP verið nærum 11 mió kr.
Tá marknaðurin stongdi mánadagin, var kursurin komin upp á 277,122, og er hetta hægsti skrásetti kursurin hjá felagnum, um sæð verður burtur frá opningsdegnum, har partabrævið endaði á 281,192.

Tvífaldan av FP-partabrøvum
Og eisini hjá hinum skrásetta føroyska oljufelagnum, Faroe Petroleum, hevur talan verið um ógvusligar kurshækkingar.
Síðani januar mánað, tá annað útbjóðingarumfar á føroyska landgrunninum fór fram, er kursurin tvífaldaður, soleiðis at eitt partabræv í dag kostar 1,60 bretsk pund.
Nógv tann størsta økingin stavar her eisini frá Katrinu, sum fyrsta dagin fekk mest sum allan marknaðin at handla við oljupartabrøvum. Nakað sum av álvara trýsti kursin uppeftir.
Føroysku feløgini eru tó ikki tey einastu, sum hava merkt kursbroytingarnar seinnu tíðina. Økti oljuprísurin hevur gjørt tað munandi meira áhugavert at leita og bora eftir olju, og heldur príslegan sær, verður uttan iva farið at bora í fleiri smærri feltum, sum ikki hava verið nóg áhugaverd fyri bara hálvum ári síðani.