Oljuhoyring útsett til í kvøld

Hoyringin um olju verður í kvøld

Jan Müller


Orsakað av tí sera ringa veðrinum hóskvøldið varð eingin oljuhoyring í Útvarpshøllini sum ætlað. Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, sum skipar fyri tiltakinum, hevur tí avgjørt at halda fundin í kvøld ístaðin. Evnið á fundinum er ?Oljuríkidømi og samfelagslig árin?. Í einum paneli verða m.a. Herálvur Joensen, stjóri í Oljumálastýrinum og Kjartan Hoydal, stjóri í NORA. Eisini fer bóndin í Dímun at vera við. Teir báðir løgtingslimirnir Henrik Old og Tórbjørn Jacobsen fara at seta spurningar. Fundurin verður kl. 19.30