Oljuhavn
Hetta seinasta hálva árið ella so hava einir 10 mans hjá Skipafelagnum arbeitt burturav á oljuútgerðarhavnini.
Størsti parturin av arbeiði teirra hevur sjálvandi verið í samband við royndarboringarnar hjá Statoil, BP og sjálvandi Amarada Hess, ið jú vórðu teir fyrstu at finna svarta gullið.
Nú verður Sovereign Explorer fluttur úr føroyskum sjóøki, og tí verður væl minni av virksemi komandi tíðina, enn runavíkingar so dánt eru um at verða vanir við.
Nóg miki ðat taka í
Hóast einki arbeiði verður í samband við oljuboring fyrr enn tað aftur fer at vára, so verður arbeiðsfólkið á oljuhavnini ikki sent til hús. Tað verður tó ein broyting í gerandisdegnum, tí nú verður talan aftur um vanliga virksemið hjá Skipafelagnum við at lasta og lossa skip. Nú verður tað so fiskurog ikki oljuútgerð.
Annars lata tey væl at hesum fyrsta oljutíðarskeiðnum í Runavík. Arbeiðið við at landa og lossa hevur gingið avbera væl, og enn hevur so eingin mansskaði verið av nøkrum slag.
Eisini hevur samstarvið við føroysku myndugleikarnar verið gott, so hóast nógv nýggj tiltøk hava verið sett í verk í gerandisdegnum, og hóast nógvar nýggjar mannagongdir skuldu lærast, so hava eingir trupulleikar verið av týdningi.