Eftir ógvusligu hækkingarnar í hitarokningini fyrr í ár, hava fleiri húsarhald nú ágóða hjá oljufeløgunum
Hetta sæst eisini aftur hjá teimum, sum hava fasta gjaldsskipan hjá oljufeløgunum.
Upphæddin á fasta gjaldinum verður regulerað tvær ferðir um árið, og tí gjørdist hækkanin at kalla dupult, tá oljuprísurin hækkaði somikið nógv. Í fyrra lagi tí oljan í sjálvum sær gjørdist dýrari, og í øðrum lagi, tí fólk gjøgnum hálvt ár høvdu upparbeitt sær eina skuld, tí áconto-gjaldið hevði verið ov lágt. Í vár og í summar vóru tí fleiri húsarhald, sum brádliga fingu eina stóra útreiðsluøking. Fyri flestu teirra er tó galdandi, at tey við økta gjaldinum í hálvt ár hava vunnið tað mista aftur, og at tey tí standa við ágóða hjá oljufelagnum. Og tí verður talan hjá teimum um munandi lægri gjald næsta hálva árið.