Olja
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Saman við oljufelagnum Marathon Petroleum hevur BP rakt við olju 11 kilometrar frá tí stóru oljukelduni Foinanven, sum liggur miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið, tó nærri markinum. Nýggja oljukeldan er á 2528 metra dýpi og liggur í loyvi 204/23 sunnan og vestan fyri Foinaven tvs. tættari upp at føroyska markinum og ikki so langt frá tí sokallaða Gullhorninum, har fyrstu brunnarnir vórðu boraðir á føroyskum øki nøkur ár herfyri.
BP og Marathon hava í eina tíð borað umrødda leitibrunnin við boripallinum Paul B Loyd Junior. Nú verða upplýsingarnir so viðgjørdir. Ætlanin er so at byggja út oljufundið við at leggja útbúnað á havbotnin og síðani at knýta tað í Foinaven oljukelduna við eini leiðing á havbotninum, sum so er bundið í eitt framleiðslu- og goymsluskip (FPSO), ið liggur á Foinavenleiðini, nevnt Petrojarl Foinaven.
BP stjórin Dave Blackwood, sum stendur á odda fyri virkseminum í Norðsjónum og vestan fyri Hetland, sigur, at fundið hevur stóran týdning fyri BP og tess royndir at menna oljuvirksemið í hesum økinum. At tað ber til at brúka verandi undirstøðukervið hevur eisini nógv at siga, tá slíkt fund verður gjørt. BP roynir at gera nýggjar íløgur í virksemi vestan fyri Hetland, og tá hevur slíkt fund ein týðandi leiklut. BP eigur 72% av kelduni og Marathon 28%.
Í dag fer framleiðsla fram frá trimum oljukeldum vestan fyri Hetland: Foinaven, Schihallion og Clair.
Umboð fyri útlendskt oljufelag, sum hevur leitiloyvi bæði í føroyskum og bretskum øki, sigur við Portalin, at hetta seinasta fundið hevur eisini týdning fyri oljuleitingina við Føroyar. Tess nærri markinum feløgini finna olju, tess meira vitan fáa vit um økið sum heild, og tað fær so eisini týdning fyri áhugan og arbeiði hjá feløgunum, sum leita á føroyska landgrunninum.