Oljuframsýning á Tvøroyri

   

Ferðaframsýningin Oljuleiting við Føroyar vitjar á Tvøroyri.
Framsýningin læt upp mikudagin 30. apríl í fyrrverandi Statoilstøðini á Drelnesi. Hon lýsir partar av tí nýggjasta, sum vit vita um oljuna við Føroyar og greiðir frá, hvussu leitað verður eftir olju.
Á heysti 1992 fann bretska oljufelagið BP á fyrsta sinni olju í rakstrarverdum nøgdum á økinum millum Hetland og Føroyar. Fáar vikur frammanundan samdust Føroya landsstýri og danska stjórnin um, at landsstýrið skuldi yvirtaka málsøkið "ráevni í undirgrundini". Hesar hendingar settu av álvara gongd á fyrireikingarnar til oljuleiting á føroyskum øki.
Í øll hesi 10 árini, sum farin eru, hevur nógv verið at hoyrt um oljuleitingina við Føroyar. Ferðaframsýningin lýsir partar av tí virksemi, sum ein oljuleiting førir við sær.
Í framsýningini verður nomið við hesi evni:
-hvussu verður olja til í undirgrundini?
-hvussu sær eitt grótslag út, sum hevur olju í sær?
-hvussu er arbeiðsdagurin á einum boripalli?
-hvussu nógv kostar ein oljuboring á djúpum sjógvi?
-hvussu ansa vit eftir náttúruumhvørvinum undir eini oljuleiting?
-hvussu hevur søguliga gongdin kring oljunýtslu í heiminum verið? og mangt annað.

Framsýningin Oljuleiting við Føroyar byrjaði á Náttúrugripasavninum í Havn í juni 2002, og nú endar sýningin við vitjanum í Húsavík, í Klaksvík og nú á Tvøroyri. Ferðaframsýningin sum læt upp í gjár á Tvøroyri, verður opin dagliga til 19. maj. Opið er gerandisdagar frá kl. 10 til 12 og 13 til 16. Leygardag og sunnudag er afturlatið. Skúlaflokkar og aðrirbólkar kunnu avtala vitjanartíð á tlf. 37 24 80. Atgongdin er ókeypis.